Home Altjóða luttøka Landsliðið til oyggjaleikirnar úttikið!

Landsliðið til oyggjaleikirnar úttikið!

by Hallur Holm

So er hópurin til oyggjaleikirnar endaliga úttikin. Fleiri hava verið um reppið at røkka krøvunum, men tað endaði við einum heldur minni hópi, enn FÍF hevði væntað og vónað. Hetta eru tey seks, sum fara at dystast á Isle of Wight:

Heri Ziska, Hvirlan – kriglukast og hamarakast. Fer at umboða Føroyar fyri 11. ferð á oyggjaleikunum. Tað eru tveir fleiri enn øll hini fimm hava tilsaman, so talan er um ein sera rutineraðan harra. Ikki bara hevur Heri luttikið fyri Føroyar. Hann hevur eisini vunnið okkum eina rúgvu av heiðursmerkjum. Einans til fyrstu oyggjaleikirnar í Føroyum fyri 22 árum síðani í Hetlandi í 2005 og seinast í Álandi, er Heri komin tómhentur at húsum. Heili 13  heiðursmerki eru tað blivin tilsamans:

  • 2 gull – klingrukast 1999 og 2003
  • 3 silvur – klingrukast 1995 – 1997 og hamarakast 1995
  • 8 bronsu – klingrukast 1993 – 2001 – 2007, hamarakast 1997 – 1999 – 2001 og kúlustoyt 1995 og 1997

Á Isle of Wight fer Heri fyrst og fremst at kappast í yndisgreinini klingrukast, men fer so eisini at royna seg í hamarakasti. Vónirnar til heiðursmerki eru til staðar. Tað sá einki serligt út við at kvalifisera seg til oyggjaleikirnar, men í seinasta kastinum í seinastu kappingini bragdaði loksins. Við einum kasti út á 43,53 metrar er Heri nú við at vísa tað besta í eini fýra ár. Formurin er batnaður nógv í vetur, og gongur væl við fyrireikingunum seinastu vikurnar, kunnu vit eisini vænta okkurt kastið um teir 45 metrarnar. Vónandi røkkur tað til metal av onkrum slagi….. tað plagar tað at gera.


Heri Ziska, the grand old man – við fyri 11. ferð!

Bjørk Herup Olsen, Bragdið, er meldað til á 5.000 m, 10.000 m og í 1/2 maraton. Hóast bert 19 ára gomul, er Bjørk  næstroyndasti luttakari á landsliðnum. Hetta eru triðju leikirnir hon er við til. Bjørk er búsett í USA, har hon rennur fyri lærda háskúlan, hon gongur á. Úrslit hennara í vetur og vár hava ikki verið fult so góð sum seinasta summar, men nógv bendir nú á, at ein formtoppur er í væntu. Vónirnar til heiðursmerki eru avgjørt til staðar. Bjørk rennur neyvan allar tríggjar teinarnar, hon er tilmeldað í. Seinastu venjingarnar koma at avgera akkurát hvørjum teinum hon kemur at kappast á.


19 ár við nógvum royndum. Bjørk Herup Olsen við fyri 3. ferð. 

Rúni Seloy, Bragdið – 400 metrar og 800 metrar. Til seinastu oyggjaleikir í Álandi, tók Rúni øll á bóli. Hann var komin við uppá serligu talentkvotuna, og eingin hevði væntað tað stóra. Til stóru undran okkara gjørdi hann tó ikki mætari enn at renna seg trygt í finaluna og samstundis skera góð seks sekund av sínum egna meti. Í finaluni vóru ikki tær nógvu kreftirnar eftir, men tá 15 ára gamli Rúni rann seg inn á sera heiðurliga 7. plássið. Ein mánaða seinni tók Rúni enn eitt sekund av persónliga meti sínum, sum tá gjørdist 1.56,73. Tíverri hevur Rúni gingið hálvskaddur báðar teir seinastu vetrarnar, og hann hevur tí enn ikki bøtt hetta metið. Men nú er ljós fyri framman. Um vikuskiftið vann Rúni Tårnby Games við tíðini 1.58.05. Heiðursmerkini á 800 metrum eru onkuntíð farin fyri minni, so kann Rúni spíska formin eitt sindur afturat tær seinastu vikurnar, og renna upp til sítt allarbesta, er avgjørt møguligt at vinna heiðursmerki.

runi aftana
Rúni Seloy frøist her um finalusessin í Álandi. Aftur á Isle of Wight rennur hann 400 og 800 metrar

Rebekka Fuglø, Treysti – 800 metrar og 1.500 metrar. Rebekka var til sínar fyrstu oyggjaleikir fyri tveimum árum síðani. Úrslitið gjørdist ikki so gott sum vónað, og veruleikin er, at úrslitini frá sumri 2008 til síðsta summar, ikki hava staðið mát við tey úrslit og tær framtíðarvónir, sum hennar úrslit frammanundan boðaðu frá. Men í vetur er nógv hent. Venjing hvønn dag og færri skaðar hevur gjørt, at Rebekka nú rennur upp til sítt besta og meira afturat. Hon vann allar kappingarnar hjá kvinnum í vetrarkappingini, og til Pallas Spelen í Malmø í februar, vann hon gull á 1.500 og silvur á 800 metrum, har talan eisini gjørdist um nýtt føroyskt innanduramet. Harafturat gjørdist hon í mars eisini danskur meistari í G19 á bæði 800 m og 1.500 m. Tær tíðirnar, sum Rebekka rennur nú, hava mangan fyrr verið nóg mikið til heiðursmerki, og við uppgangandi barometrinum, er avgjørt møguleiki fyri heiðursmerki.


Rebekka Fuglø í Gøteborg seinasta summar. Tekur hon eisini føroyska uttandurametið á 800 m?

Øssur Debes Eiriksfoss, Hvirlan – trístøkk og hæddarlop. Øssur er kendur frá fimleikinum, har hann er fastur fúsur á landsliðnum. Sum fimleikari hevur hann ment serligar gávur fyri frælsum ítrótti, og serliga trístøkki og hæddarlopi. Fimleikurin hevur ligið Øssuri fremst, men seinasta árið hevur eisini frælsi ítrótturin fylt nógv hjá honum.  Hann hevur hetta seinasta árið sett nýggj føroysk met í hæddarlopi og trístøkki bæði innan- og uttandura. Met sum annars høvdu staðið leingi. Skal Øssur gera sær nakrar vónir um heiðursmerki, skal tað vera í trístøkki. Besta lop hansara higartil, var 13,40 m, sum hann leyp í Reykjavík í januar. Tað er tó væl hugsandi, at Øssur leypir eitt sindur longri, og bronsan í trístøkki er nakrar ferðir farin fyri nakað undir 14 metrar. 


Øssur Debes Eiriksfoss í brennideplinum eftir føroyskt met í hædarlopi. Tað er tó i trístøkki størstu heiðursmerkjavónirnar eru.

Marnar Djurhuus, Treysti, 5.000 og 10.000 metrar. Hóast tað bert er hálvt annað ár síðani Marnar veruliga byrjaði at renna, hevur hann longu av álvara gjørt vart við seg. Seinast síðsta leygardag, tá hann sum tann yngsti nakrantíð vann FM í hálvari maratonrenning og 12 dagar frammanundan, tá hann vann flaggdagin. Hesa stuttu tíð hevur hann eisini veruliga fingið seg royndan uttanlands. Bæði fyri Treysti og talentbólkin hjá FÍF og eisini á serligum donskum úrvælsliði. Og hann hevur eisini gjørt vart við seg uttanlands, tí hann er danskur Dr. 15 meistari á 3.000 metrum bæði innan- og uttandura! Hóast hann vann FM 1/2 maraton, verður tað ikki hendan teinin hann skal renna á oyggjaleikunum. Her hava hann og venjarin Guttorm Sørensen valt at satsa uppá 5.000 og 10.000 metrar. Væntandi kemur Marnar ikki at liggja so langt frá dystinum um heiðursmerkini, so við eitt sindur av hepni kann hann blanda seg ordiliga uppí.


Marnar Djurhuus, 16 ára gamla stjørnuskotið av Morskranesi, klárur til oyggjaleikir eftir at hava vunnið greipuna (flaggdagin + FM 1/2 maraton)

Um tvey ár verður farið til Bermuda. Vónandi er tað ein rík troyst hjá teimum, sum bivu ov stutt hesuferð. Tvey ár ganga skjótt, og í veruleikanum er tað longu næsta summar, at krøvini skulu klárast. Tríggir ungir debutantar eru við á Isle of Wight. Við góðari venjing komandi tíðina, er lítið at ivast í, at tað verða meira enn tríggir ungir debutantar, sum seta seg í flogfarið móti Bermuda 2013.

Føroyska ferðalagið fer avstað 25. juni og verður aftur 2. juli.

0 comment
0

Related Articles