Home Altjóða luttøka Landsliðsarbeiðið í heyst

Landsliðsarbeiðið í heyst

by Sølvi Reinert Hansen

Hóast tíðirnar eru, sum tær eru í løtuni, setti FÍF ferð aftur á landsliðsarbeiðið í heyst. Hetta var eftir eitt kappingarár, har nógv óvissa valdaði. Korona-støðan í Føroyum var so mikið góð, at kappingar sum heild vóru hildnar – tó við einstøkum útsetingum ella avlýsingum. Okkara frægastu íðkarar kappðust eisini í ávísan mun uttanlands, hóast hesar kappingarnar vóru umskipaðar og í onkrum førum avlýstar.

Ein bruttuhópur, sum fevnir um tey, sum hava klárað krøv í Oyl-, elitu- og talentbólkinum, og tey, ið stríðast fyri at klára hesi krøv, var savnaður í eitt gott døgn í Havn í heystferiuni. Á skránni vóru venjingar og samlingar.

Eini 25-30 íðkarar eru í hesum bruttohópinum í løtuni. Tey umboða feløgini Bragdið, Hvirluna, Treysti og Roysnið.

Næsta samling hjá bruttohópinum verður eftir ætlan seinnapartin týsdagin 29. desember. Tá er venjing og samling á skránni.

Rigmor N. Arge og Gunnvá Wardum hava vegna starvsnevndina tikið sær av landsliðsarbeiðinum.

Hóast tað er ógjørligt at vita, hvussu komandi ár fer at royna seg, so verður vónað og arbeitt fram ímóti, at føroysk landslið taka lut í teimum vanliga kappingunum uttanlands, treytað av, at hesar verða fyriskipaðar.

Tað snýr seg vanliga um Pallas Spelen og DM/DMU innandura um várið og VU-spelen og DM/DMU uttandura um summarið. Aftrat hesum luttaka okkara frægastu íðkarar vanliga í øðrum opnum kappingum uttanlands eisini.

Stóra altjóða kappingin hjá okkum, Oyggjaleikirnir, sum skuldu vera á Guernsey í 2021 eru tíanverri útsettir til 2023. Arbeitt verður við at finna onkra aðra avbjóðing uttanlands næsta ár – evt. onkra aðra kapping ella venjingarlegu uttanlands.

Vit ynskja okkara landsliðum góðan venjingarhug og eitt bjart 2021.

0 comment
0

Related Articles