Livdu upp til vónirnar – og meira afturat!

Skrivað hevur

Leygardagin vóru okkara 11 talent við í 12 kappingum. Sigast má, at í flestu førum livdu tey upp til vónirnar og í nøkrum førum meira afturat.

Dánjal Jákup Niclasen tók øll á bólið, tá hann millum 60 kappingarneytar kláraði at klípa seg inn í B-finaluna á 100 metrum hjá dreingjum 15 ár. Innleiðandi tíðin í lítla lotinum í móti var 12,23 sek. Tveir tímar aftaná vóru finalurnar á skránni. Og her eydnaðist Dánjal Jákupi við einum triðja plássi at vinna seg enn nøkur pláss fram á listanum, soleiðis at hann samlað var nr. 11. Tíðin var 12.06, sum er tað besta hann hevur runnið við góðkendum vindi. Nú verður spennandi í sunnudagin, tá Dánjal Jákup klokkan hálvgum tólv fer at renna 300 m.

  

Á 100 metrum hjá dreingjum 16 ár høvdu vit tveir luttakarar. Tað vóru Trygvi Laksafoss og Rúni Seloy, sum báðir vóru komnir í sama riðil. Lotið var ímóti, og tí eydnaðist tað hvørgum teirra at koma heilt nær við teirra persónligu bestu tíðir. Rúni bleiv nr. 4 og Trygvi nr. 7 í riðilinum. Tíðirnar vóru ávikavíst 12.50 og 12,80 sekund. Samanlagt lá Rúni eitt sindur aftanfyri miðjuna, og Trygvi eitt sindur longur afturi av teimum 61 spurtarunum.

Bert ein tíma seinni fór Trygvi undir sína høvuðskapping, sum er hæddarlop. Trygvi kom milt sagt flúgvandi inn á talentliðið í vár, tá hann fyrst leyp 1,66 og so í næstu kapping 1,70 m. Føroyska metið í hæddarlopi er 1,75 m, so spennandi var, um Trygvi longu nú skuldi byrja at lukta eftir metinum. Venjari hjá Trygva er Heri Ziska, sum vónaði, at Trygvi enn einaferð kundi leypa 1,70 m. Men hóast heilt góðar royndir á hesi hæddini, eydnaðist ikki at koma upp um, og Trygvi fekk tí úrslitið 1,65 m, og rakk tað til eitt 13. pláss av teimum 22 luttakarunum. Teir flestu fullu frá við 1,65 og 1,70 m, so ikki er óhugsandi, at Trygvi hevði ligið væl longur uppi á listanum, um hann ikki var so feskur. Hinvegin so eru møguleikarnir og framtíðin beint framman stavn.

   

Nógvar kappingar vóru á 100 metrum í dag. Í bólkinum gentur 14 ár, vóru 109 gentur tilmeldaðar, harímillum okkara Elsa Berg. Í gjár setti Elsa persónligt met á 800 metrum, og eitt met afturat í dag lá og lúrdi. Men eisini her vísti tað seg, at lítla lotið ímóti ger stóran mun, tá tosað verður um 1/100 partar av sekundum. Og við úrslitinum 14,68 sekund bleiv endaði Elsa eitt petti frá sínum persónliga meti. Elsa skal í morgin renna 300 metrar, sum er tann teinurin hon satsar mest uppá.

Sára Debesardóttir, sum í gjár meldaði frá á 600 metrum vegna skaða, mátti eisini í dag melda frá til 80 m kappingina. Ætlanin er tó, at pjøssa so mikið uppá hana, at hon verður klár til 200 m sunnudagin. Vónandi eydnast hetta, so hon hóast alt fær eina kapping á túrinum.

Eisini Marita K. Petersen royndi seg í síni bestu grein. Tað var ikki fyrr enn í vár, at Marita rættiliga vísti hvussu stórt natúrtalent hon er við spjótinum. Við tilmeldingarlongdini uppá knappar 25 metrar, var sannlíkt at Marita fór at liggja ovarlaga, ja Heri Ziska helt tað ikki vera ómøguligt, at hon kundi enda í finaluni, har 8 tær fremstu fáa tríggjar royndir afturat. Men skal mann vera óheppin, skal mann vera ordiliga óheppin. Í aðru royndini kastaði Marita upp í móti sínum allarbesta við 24,56 m. Og hetta var júst tað sum nr. 8 eisini kastaði. Ólukkutíð var nú næsta kastið avgerandi fyri hvør teirra slapp í finaluna, og her dróg Marita styttra stráið. Royndirnar hjá Maritu eru enn so fáar, so hennara 9. pláss er eitt frálíkt úrslit, sum veruliga ber boð um, at vit einaferð innan alt ov leingi eiga eina super spjótkastarakvinnu.

   
  

Spjótkastarin Helgi Geyti var í kapping í kúlustoyti. Fríggjamorgunin var Helgi eitt sindur ónøgdur við úrslitið í spjótkastinum, og vónaði hann tí nú at fáa eina endurreisn við á fyrsta sinni at koma út um 11 metrar. Besta kast hjá Helga frammanundan var 10,90 metrar. Og endurreisnina fekk Helgi. Við einum kasti uppá 11,12 metrar fekk hann sostatt nýtt persónligt met og bólkamet!

   

Størsta bragdið í dag átti Bjørk Herup Olsen. Annan dagin á rað setti hon nýtt føroyskt met. Fríggjadagin á 3.000 metrum og nú á 1.500 m. Útlitini vóru annars ikki tey bestu í steikjandi heitu sólini niðri í pottinum Nya Ullevi. Men tá renningin var komin í gongd, hugsaði Bjørk ikki meira um hitan. Nú galt tað um at vinna heiðursmerki í kappingini hjá gentur 19. Hetta gjørdist ein sera spennandi kapping. Tá 1000 metrar vóru farnir, høvdu ein ensk og ein norsk genta lyndi til at draga frá, meðan Bjørk stríddist fyri at fáa tær aftur. Tað eydnaðist at fáa tær aftur og tá 300 metrar vóru eftir, royndi hon ein langan spurt. Fór framvið teimum og helt so leiðsluna inn á seinastu 100 metrarnar. Her fóru tær allar tríggjar stríðandi fram móti málinum, men hinar vóru eitt vet kvikari. Á seinastu 10 metrunum stóð so nógv á hjá Bjørk, at hon nærum kom dettandi um málið, tá hon mundi mist fótafestið. Men glað var hon, tá staðfestast kundi, at hon bæði hevði vunnið bronsu og sett føroyskt met við tíðini 4.37,83 min. Gamla metið var 4.44.

  
 
    
 

Í kappingini 800 m hjá dreingjum 15 ár høvdu vit tveir luttakarar við. Marnar Djurhuus var komin í riðilin við teimum bestu rennarunum. Hetta bleiv ein jøvn, hørð og spennandi kapping. Sjey dreingir komu á mál innanfyri tvey sekund, og Marnar var mitt í øllum rokinum. Endin var at Marnar gørdist nr. 9 við nýggjum persónligum meti. Enn hevur Marnar ikki runnið í eitt ár, men rennur longu nú sum 15 ára gamal 2.04,51. Tað er næstan óhoyrt!

  
  

Regin Joensen rann í øðrum riðili í somu kapping. Eisini her varð runnið við óvanliga skjótari ferð. Ja nógv skjótari, enn tilmeldingartíðirnar søgdu. Og tí hóskaði ferðin als ikki til Regin, sum hóast alt hekk í feltinum fyrstu 500 metrarnar. Men so nógv hevði hann lagt fyri, at seinasti parturin av kappingini miseydnaðist. Regin, sum til Tårby Games rann 2.11, kom nú á mál við 2.18,96. Lukkutíð fyri Regin hevur hann eina kapping á 2.000 metrum sunnudagin at rasa út í. Hesin teinurin er eisini betur egnaður til Regin. Marnar Djurhuus verður eisini við í hesi kappingini, og hevur frammanundan næstbestu tilmeldingartíð. So hetta verður ein sera spennandi kapping.

 
   

Seinasta kapping hjá okkum í dag var Rebekka Fuglø (gentur 17), sum rann 400 metrar. Rebekka hevur ikki runnið upp til sítt besta seinastu tíðina. Skaðar og pína hava darvað venjingini í langa tíð nú, so ringt hevur verið at komið í super-formin sum vit best minnast Rebekku. Men dagsins setningur um at klára 64 sekund var avgreiddur við einum góðum innsatsi.

  
   
 
 
 

2 viðmerkingar

  1. Henrik Kølleskov says:

    Bragdid, Hallur og deltagerne.
    Spaendende og oplysende laesning. En ualmindelig flot beretning med flot tekst og flotte billeder. Enormt oploeftende at se hvordan Bragdid har faaet udviklet de unge talenter. Fortsaet det gode arbejde.
    Tillykke til baaede deltagere og Hallur med de fine resultater.

  2. Hallur says:

    Takk fyri føgru orðini, Henrik! Tað er gott at vita, at onkur er í hinum endanum, sum lesur frágreiðingarnar. Tær góðu myndirnar eigur Guttorm takk fyri. Hann er ein sannur meistaramyndatakari og er væl útgjørdur (!) 😉 Og ein lítil upplýsing: Bragdið eigur 6, Hvirlan 3 og Treysti 2 av teimum, sum vóru við. Tað verður gjørt eitt kempistórt arbeiði í ølluum feløgunum, og hetta er úrslitið vit nú síggja.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*