Home Altjóða luttøka Luttøkan týdningarmiklari enn úrslitið

Luttøkan týdningarmiklari enn úrslitið

by Hallur Holm

Tað var við stórum spenningi, at man fór út á Østerbro Stadion leygardagin. Tí hetta var ein søguligur dagur fyri Føroyar í frælsum ítróttarhøpi. Vit høvdu eitt umboð at renna fyri Føroyar í kappingini um norðurlandameistaraheitið í 10.000 metra renning. Og nógvir føroyingar vóru komnir at heppa. Fleiri føroyskir rennarar vóru í renniørindum í Keypmannhavn, og tað sást aftur kring breytina, sum var prýdd við nógvum Merkjum og Bragdafløggum.

Nógvir skjótir rennarar, góð rennilíkindi og góðar rammur. So skuldi verið klárt til eina góða kapping og eitt gott úrslit. Tað bleiv eisini runnið skjótt og væl. Ja so skjótt, at Bjørk og tvær estiskar kvinnur longu eftir fyrsta umfar máttu sleppa teimum fremstu. Fyrsta kilometurin rann Bjørk uppá 3.33 min, og hóast tað ljóðar skjótt í oyrunum hjá flestu føroyskum mannligum rennarum, var hetta tó ikki nóg mikið til at fylgja við. Tíðin á 2.000 metrum var 7.10 min og framvegis fylgdist Bjørk við tveimum estiskum eitt fitt petti aftan fyri tær fremstu, sum runnu við fullari ferð frá byrjan til enda.


Frá fyrsta feti varð spitarin trýstur í botn. Bjørk er í hvítum toppi og svørtum shortsum í miðjuni. (mynd: Kim Gudman)

Skjótt sást, at Bjørk ikki “hevði beinini” hendan dagin. Umfarstíðirnar tóku at versna og hon misti eisini tær estisku, so at hon kom at renna einsamøll. Tað var langt heim, og meginparturn av teininum snúði seg mest um at yvirliva. Skjóta byrjunnarferðin hevði fingið eina estiska og eina finska at gevast á hálvari leið, men Bjørk, sum var yngst av øllum, stríddist og stríddist við at halda ferðina so nøkulunda. Endaliga tíð hennara var kortini beint omanfyri 38 min, har hon fyri lítlum mánaði síðani setti nýtt føroyskt met við 36.58 min.  Úrslitni vóru hesi:

Challenge
2012 May 19th
Copenhagen – Denmark
  WOMEN – 10000 M SATURDAY 17.45  
No Result   Name Country    
1   34.28.50   Louise Wiker -79 Sweden    
2   34.32.66   Elina Lindgren -83 Finland    
3   34.44.80   Hilde Aasheim -84 Norway    
4   34.46.64   Hanne Sande Norway    
5   35.16.09   Cecilia Kleist -82 Sweden    
6   35.26.38   Andrea Deelstra -85 Netherlands    
7   35.28.40   Evelin Talts -77 Estonia    
8   35.42.14   Anna Holm Baumeister -87 Denmark    
9   35.43.81   Mira Tuominen -81 Finland    
10   37.04.13   Egle Mätas -83 Estonia    
11   38.07.64   Bjørk Herup Olsen -91 Faroe Islands    
    DNF   Liina Luik -85 Estonia    
    DNF   Nina Chydenius -90 Finland    
    DNS   Leila Luik -85 Estonia

Men hetta kundi tó ikki taka gleðina frá formanni FÍF’s, sum errin og við egnum eygum sá ein føroying kappast undir Merkinum. Bjørk sjálv var eitt sindur kedd ikki at liva upp til síni egnu mál, men tað er einki at ivast í, at hon fer leggja hetta aftur um seg, og koma nógv sterkari aftur. Og vónandi fara vit skjótt at eiga fleiri íðkarar, sum kunnu kappast á so høgum støði, at tað verður kapping um at sleppa við. ´

Við nýggju avtaluni millum hini norðurlondini, verða føroyingar umframt NM 10.000 m bodnir við til U23-meistaraheiti, NM-cross, og veterankappingar. Ein nýggjur, lítil heimur hevur latið seg upp fyri føroyingum, sum kann geva okkum nógvar nýggjar spennandi avbjóðingar.


B jørk Herup Olsen gjørdist fyrsti føroyingur í altjóða uppgávu fyri FÍF. (mynd: Kim Gudman)

0 comment
0

Related Articles