Margit átti dagin við húð og hár og meti og bronsu

Skrivað hevur

Einans tvær kappingar vóru á skránni hjá okkara íðkarum á Gotlandi í dag. Í báðum førum var tað Margit Weihe Fríðmundsdóttir, sum skuldi kappast.

Fyrst í morgun, tá hon rann semifinalu á 200 metrum. Vit minnast jú, at hon í gjár sett dygt føroyskt met, við 26,82 sekund og rann seg beinleiðis víðari.

Í dag var hon á geil seks í fyrra riðlinum. Nógvur undanvindur var oman móti málstrikuni, so hóast Margit enn einaferð rann eina mettíð, so kann tíðin 26,57 sekund ikki góðkennast sum nýtt føroyskt met. Tíðin var heldur ikki nóg góð til at renna seg í finaluna.

Margit 200m semi

Seinnapartin var Margit í finaluni trístøkki, har átta kvinnur luttóku. Alt sum Margit ger á oyggjaleikunum líkist føroyskum meti. Fyrst longdarlopið, sum hevði ov nógvan vind, síðani 200 metra-metið, so metini saman við 4×100 og 4×400 liðunum og at enda 200 metratíðin, sum hevði ov nógva vind. Ja, alt sum hon ger er betur enn nakað frammanundan.

Og tað var dagsins fyrsta lop eisini. 10,83 metrar leyp hon í fyrsta umfari. Og enn eitt føroyskt met til Margit. Við hesum langa lopinum legði Margit seg á silvurplássið eftir fyrsta umfar. So hvørt sum kappingin leið, gjørdist alt týðiligari, at Margit helst fór at halda silvurplássið. Bert Kamela Monks av Jersey sá út til at kunna leypa longur.

margit trístøkk

Tíverri var tað júst hetta, sum hendi í seinasta umfarinum. Monks fór framvið Margit, sum tó hevði ein møguleika at svara aftur. Seinasta lopið sá gott út. Nógv ferð og gott avsett, har hon rakti plankan væl. Men lopið miseydnaðist tó, og so mátti Margit taka til takkar við bronsumerkið.

Oyl 2017 Margit bronsu
Margit hevur framt síni bestu úrslit í øllum sínum seks kappingum higartil.

Í føroysku leguni eru vit ovurfegin um hetta. Vit høvdu ikki roknað við hesum heiðursmerkinum undan oyggjaleikunum, so tað var eyka gleðiligt og hugaligt við hesum bronsumerkinum.

Vit ynskja Margit so hjartaliga tillukku við heiðursmerkinum og við føroyska metinum.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>