Margit nr. 6 og Alda í semifinaluni

Skrivað hevur

Fyrsti kappingardagur á oyggjaleikunum er nú lokin, og fimm av okkara íðkarum hava nú á fyrsta sinni kappast í oyggjaleikahøpi.

Allarfyrsta kappingin í frælsum ítrótti á oyggjaleikunum í ár var 100 m fyri kvinnur, og í fyrsta riðli var Alda Sigurðsdóttir Lamhauge klár á geil fýra. Hon var komin í ein sterkan riðil, har allar hinar høvdu runnið skjótari enn Alda og tær høvdu enntá allar áður runnið undir 13 sekund.

Fitt av vindi var á Gutavallan í Visby í kvøld. Vindurin var beint í móti, og tað sá út til at darva rættiliga fitt. Við 13.58 sekundum í -2,08 m/s, gjørdist Alda nr. fýra í sínum riðli. Tað vóru tilsamans fýra riðlar, har tey bæði fremstu í hvørjum riðli umframt fýra tær bestu tíðirnar sluppu víðari til semifinaluna í morgin kl. 11.00.

Alda 100m
Alda gevur alt hon eigur, og fær kempað seg víðari til semifinalurnar 

Í fjórða riðli høvdu vit Elisabet Holm Simonsen, sum eisini luttók í sínum fyrsta oyl-starti. Men nú varð mótvindurin vaksin til 4,95 m/s, og tað sást aftur í úrlsitinum hjá føroyameistaranum og føroyska methaldaranum, sum endaði á 13,94 sekundum. Hetta var ikki nóg mikið at koma í semifinaluna, men tíðin hjá Aldu víst seg at vera nóg góð, og við 10. bestu tíð á degnum, tryggjaði hon sær eitt flott semifinalupláss.

Elisabet 100m
Í
 nógva mótvindinum mátti Elisabet taka til takkar við sætta pláss í einum annars sera jøvnum riðli

Vit fara tí spent aftur á vøllin kl. 11.00 í morgin at stuðla Aldu, tá semifinalurnar á 100 m eru á skránni.

Margit Weihe Fríðmundsdóttir var fyrsta føroyska kvinna í 28 ár og tann næsta nakrantíð at umboða Føroyar í longdarlopi á oyggjaleikum. Hin var Andrea Nielsen úr Sandavági, sum umboðaði okkum á heimavølli í 1989.

Og Margit umboðaði okkara oyggjar á besta hátt. 15 kvinnur vóru við í kappingini. Trý lop fingu tær í part innleiðandi, og so skuldi teljast upp, hvørjar tær átta bestu vóru, sum skuldu kappast víðari í finaluni. Við 4,82 m, sum Margit leyp í triðja umfari, var hon á sætta plássi, og vann sær tí eitt rímiliga trygt finalupláss.

Margit longdarlop
Margit ger vart við seg í fyrstu oyl-kappingini. Her er hennara longsta lop – 4,94 metrar

Í fyrsta lopinum í finaluumfarinum økti Margit fjórða lopið á rað. Hesuferð leyp hon longur enn nakrantíð fyrr. Ja longur enn nøkur føroysk kvinna nakrantíð hevur lopið. 4,94 metrar er níggju sentimetrar longur enn føroyska metið, og ein sentimetur longur enn innandurametið. Hon eigur tey bæði tvey sjálv. Tó var vindurin ov nógvur, til at lopið kann góðkennast sum met.

Longur út enn 4,94 metrar kom Margit ikki, men hon helt fast um sítt sættapláss, og fekk soleiðis eina sera góða byrjan uppá eina vónandi langa oyggjaleika-karrieru í frælsum ítrótti.

Fjórði føroyingurin í dag í fyrstu oyl-kapping var Oddvør Josephsen, sum var við í kappingini á 400 m. Vit høvdu vónir um, at hon fór at megna at renna seg í semifinaluna. Men í dag gekst ikki eftir ætlan hjá Oddvør. Tað sá gott út fyrstu løtuna, men tá hálvrunnið var, tók hon at dragna. Kreftirnar hvurvu sum døgg fyri sól, og úrslitið stóð ikki mát við tær kappingar hon hevur havt fyrr í ár. Krút- og viljasterka Oddvør fær tó møguleikan aftur á 800 metrum og í boðrenningunum.

Oddvør 400m
O
ddvør Josephsen fekk eina harða byrjan uppá sínar fyrstu oyggjaleikir. Her spennir hon avstað

Heldur ikki Julian Gregersen megnaði at koma víðari til finaluna á 800 m. Julian Gregersen, sum var fimti føroyingur á degnum í fyrstu oyl-kapping gjørdist nummar fýra í øðrum riðli, og fekk tíðina 2.00.20. Hetta var umleið hálvtannað sekund frá at verða millum teir átta hepnu, sum skulu kappast í finaluni. Julian skal seinasta kappingardagin royna seg á 1.500 metrum.


Julian 800mJulian Gregersen kempaði alt hann átti, men tað rakk ikki til finalupláss

Í morgin er ikki so nógv á skránni hjá okkara fólki. Tað eru bert Alda S. Lamhauge, Marna Egholm og Jan Elmar Sørensen, sum skulu á breytina. Vit fara tó í morgin í gongd við kappingarnar, har vit meta okkum hava møguleika til heiðursmerki.

  • kl. 11.00 – Alda Sigurðsdóttir Lamhauge – 100 m semifinala
  • kl. 17.00 – Marna Egholm – 10.000 m finala
  • kl. 18.50 – Jan Elmar Sørensen – 3.000 m forðarenning

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>