Maria og Rebekka settu føroysk met í dag

Skrivað hevur

Í dag hava Maria Biskopstø og Rebekka Fuglø luttikið í kapping á Århus Stadion. Tað gekk sera væl hjá teimum báðum og settu báðar tvær føroysk met.

Fyrst var tað Maria í rann 400m hekk. Hon átti sjálv metið, sum var 66,13 sek. Hetta betraði hon til 65,25 sek. Seinni rann hon eisini 200m og har tangeraði sítt persónliga met á 26,77 sek.

Rebekka luttók í 1.500m. Hon hevur áður runnið teinin uppá 4.29,62 min. Hon vann kappingina í dag í tíðini 4.29,18 min. og harvið nýtt føroyskt met til hana eisini.

Næsta kapping hjá teimum verður DM, sum verður komandi vikuskifti.

Umframt tær báðar, so luttók Tummas N. Arge í 400m og kom hann á mál í tíðini 58,53 sek.

 

Comments are closed.