Home Altjóða luttøka Maria vann á íslandsmeistaranum

Maria vann á íslandsmeistaranum

by Hallur Holm

At Maria Biskopstø er stinnur langteinarennari, er eingin her heima, sum ivast í. Hetta hevur hon prógvað ferð aftaná ferð í heimligum kappingum. Leygardagin var hon við sum gestaluttakari, í 800m-kappingini um íslandsmeistaraheitið fyri gentur 14 ár. Og her prógvaði hon, at sigrarnir her heima ikki eru av tilvild. Tí heldur ikki sterkastu íslendsku genturnar megnaðu at fylgja Mariu, sum á málinum var meira enn tvey sekund frammanfyri íslandsmeistaran og heili 10 sekund framman fyri silvurvinnaran. 16 gentur vóru við í kappingini. Tíðin var 2.25,82.


Áhaldandi venjing fremur úrslit. 4½ ár síðani, og her er tá 9 ára gamla Maria við í Kalsoyarenningini. Jú hon er nakað heilt serligt.

11 ára gamla Vibeka Sivertsen rann eisini ein stak góðan 600 m og kom á fyrsta sinni undir tveir minuttir. Hetta rakk tó akkurát ikki til sigurin, men við 1.58,64 min gjørdist hon nummar tvey, eitt lítið sekund eftir íslandsmeistaran. 22 gentur vóru við í hesi kappingini.

Og Treystagentur fingu enn eitt toppúrslit, tá Óluva Allansdóttir Joensen gjørdist nummar tvey í kúluvarpi. Í síni fyrstu kapping við trý kilo tungu kúluna, megnaði sterka klaksvíksgentan at koma út á 10.07 metrar, og eitt flott 2. pláss av teimum 24 kappingarneytunum.

Eisini Birita Ryan og Maria Josephsen fingu góð úrslit um vikuskiftið, tó uttan at kroysta seg millum tær allar bestu.

Úrslitini frá kappingini síggjast á hesi slóðini:

Úrslit ÍM 11-14 ára

Næsta vikuskiftið verður so Stórmóti IR, og tá fara hesar fimm og øll hini í Treysta-hópinum at royna seg aftur. Eisini verða fleiri umboð úr Hvirluni og Bragdinum við til kappingina leygar- og sunnudagin. Meira um tað seinni.

maria im 800m

0 comment
0

Related Articles