Home Altjóða luttøka Marna – besti føroyingur nakrantíð í frælsum ítrótti

Marna – besti føroyingur nakrantíð í frælsum ítrótti

by Hallur Holm

Sunnudagin 27. september 2015 varð Berlin Marathon runnið fyri 42. ferð. Sum vanligt vóru nógvir føroyingar við, men sum nakað heilt nýtt, var ein av elitu-rennarunum eisini føroyskur. Men tað visti eingin fyrr enn aftaná. Tí sjálvt um tað var væntandi at Marna fór at taka føroyska metið frá Valborg Heinesen – eitt met, sum var nóg mikið til DM-bronsu í fjør – so mundu tey fægstu tó vænta, at hon fór at renna góðar seks minuttir skjótari enn metið.

Men tað gjørdi Marna! Tíðin hjá henni gjørdist 2.43.15 tímar og rakk til 36. plássið av teimum yvir 10.000 kvinnunum. Og tað eru ikki bara tilvildarligar kvinnur, sum renna í Berlin. Eliturennarar úr øllum heiminum stevna saman í Berlin, tí her eru útlit fyri sterkari kapping á skjótari rutu. Eitt gott høvi hjá fleiri topp-rennarum at klára kravtíðina til OL í 2016. Sum vanligt vóru tað tær kenjansku og etiopisku kvinnurnar, sum tóku fremstu plássini, men fyri at undirstrika styrkina og bragdið hjá Marnu, vil eg vísa á, at bert ein – BARA EIN – týsk kvinna endaði framman fyri Marnu!!

Ein onnur undirstriking av hesum bragdinum er, at hetta úrslitið gevur yvir 1000 IAAF-stig, og er nógv tað hægsta nakar føroyingur nakrantíð hevur fingið í nakrari kappingargrein í frælsum ítrótti yvirhøvur. Skal úrslitið hjá Marnu berast saman við úrslit hjá monnum, svarar tað til 2 tímar og 19 minuttir, og er sostatt níggju minuttir skjótari enn 28 ára gamla metið hjá Absalon Hansen!!

marnaberlin
Hesir og 27.500 aðrir menn sóu bakið á Marnu í Berlin

At vit her á síðuni ikki hava heiðrað Marnu fyri avrikið fyrrr enn nú, kemst av at hon hevði gloymt at festa chippið í skógvin, og tískil ikki bleiv skrásett á málinum og tí ikki kom á úrslitalistan. Marna setti seg aftaná í samband við fyriskipararnar, sum hava kannað renningina hjá Marnu. Teir hava tíbetur fingið myndir av henni á øllum teimum støðum, har millumtíðir verða tiknar – fyri hvønn fimta kilometur.

FÍF hevur sent fyrispurning til DAF og týsku fyriskipararnar, fyri at vita, um hetta bragdið kann góðkennast sum tjóðarmet, nú eingin chip-tíð bleiv skrásett.

Meðan vit bíða eftir úrskurðinum geva vit Marnu sjálvari orðið, og lata hana seta orð á dagin og hesa framúr góðu kapping:

——————————————————————————-

Afturlit Berlin 27/9-2015
Eg fleyg ongantíð himmalhøgt av upplivingini í Berlin Marathon í ár, sjálvt um tað til tíðir kundi sæð soleiðis út.Tad var hóast alt besta rennibragdið hjá mær nakrantíð í míni lutfalsliga stuttu tíð sum úrvalsíðkari.Tá renningin er av, plagi eg at arbeida meg ígjøgnum teinin í høvdinum fet fyri fet, og hava eina vælverukenslu ,ið ikki er lík nøkrum øðrum, tá eg umsíðir komi á mál (í tonkunum). At eg ongantíð fleyg høgt, hevði sína serstøku orsøk, men til alla lukku spældi alt væl av ímóti endanum.

Berlin-Marathon er farið av bakkastokki fyri góðum tveimum vikum síðani. Hetta var á 42. sinni, at hesin teinur varð lagdur afturum við umleið 40.000 rennarum, ið hava runnið teinin á hvørjum ári, seinastu árini. Tað var eisini her, at Dennis Kimetto setti heimsmet í fjør við tíðini 2.02.57, og har eg enn einaferð setti punktum við summarhálvárið og rann 6.22 min skjótari enn føroyska metið hjá Valborg Heinesen, 02:49:37, og endaligu tíðini 02:43:15.

At renna sítt besta marathon tekur tíð og tol. Tvey fyribrigdi, sum ikki hóva mær serstakliga væl. Vælvitandi um, at hesi fyribrigdi ikki eru mín størsta styrki – havi eg arbeitt miðvíst og á fjølbroyttan hátt, at venda hesum veikleikum til styrki. Eisini vid renning. Tað tekur sína tíð at nema sær royndir, at taka tær bestu avgerðirnar ávegis, at læra at spjaða orkuna á einum so longum teini best gjørligt, og ikki minst at byggja tað treiskni og áhaldni, sálarliga sum kropsliga, sum ger meg føra fyri at gjøgnumføra skjótari, betri og sterkari – hóast forðingar á vegnum. Bóltarnir eru nógvir í luftini. Henda dagin loftaði eg teimum øllum, og eydnaðist tað sostatt enn einaferð at fáa alt til at ganga upp í eina hægri eind.

Keypmannahavn 26. september 2015
Taskan verður pakkað. Tað er leygarmorgun kl.08:55. Vit fara frá húsum kl. 09:00 og sonurin er ikki komin undan fjaðrunum enn. Vit hava flex-ferdaseðil við ferðamannaskipinum úr Gedser kl. 11:15. Men um dagurin skal ganga sum fótur í hosu, skulu vit náa skipið. Hettaverður um reppið. Gott, at maðurin skilir álvaran og veit nær tann tungi fóturin skal á skyndilin. Ferðslan var tíbetur lítil og ongin.

Tað er ikki sørt, at eg kann siga meg vera á veg til Berlin at renna gamlar gøtur. Og líka so trygt og fjálgt sum tad ljóðar, taki eg mær eisini av løttum. Ongin orsøk til at streingjast óneyðugt. Tað er størsti parturin av míni fyrireiking til eitt marathon, at kunna slappa av. Eta ein góðan morgunmat í friði og náðum, leypa ígjøgnum Berlingske og Børsen Weekend – og ja, lata sum um at dagurin stendur púra stillur og eg onki skal.

Komin til Berlin
Tað er ongin loyna, at eg havi glett meg til henda dag. Tad var júst á hesum stað, at alt byrjadi fyri trimum árum síðani, tá eg rann mítt ”fyrsta” marathon við tíðini 3:10:38. Altso fyrstu ferð eg legði orku í venjing, sum tá var stundum reglulig tvær ferðir um vikuna. Vit fingu okkum innivist á Grand Hyatt Hotel í miðbýnum; eitt hanagleiv frá Potsdamer Platz og Sony Place. Haðani er gongutúrurin 10 minuttir til startøkið, sum er týdningarmikið um ein skuldi verið fyrilagstur tá komið er á mál.

Ein himmalskur dagur – fús, sólskin og frísk bein!
Morgunin byrjar kl. 05:45. Eg fari til morgunmatarborðið, har eg fái eitt prát vid eitt amerikanskt par, sum eru á fyrsta sinni í Berlin. Tey ætla bæði at renna teinin undir 5 tímar, og eg havi stóra virðing fyri, at tey orka at vera í gongd allar hesar tímarnar. Mítt allar fyrsta marathon nakrantíð tók 04.00.00, men eg vænti ikki, at eg hevði gjørt tad aftur, um eg ikki visti, at eg nokk skuldi kvetta nógv av hesi tíð. Komin upp á kamarið, lati eg meg í Spartabúnan. Avgerdin er tikin at renna í honum, fyri at tryggja mær stuðul allan vegin. Og stuðul skuldi eg ikki mangla á rutuni, frá teimum mongu danskarunum, sum vóru komnir at stimbra og eggja luttakarunum á mál og at gera sítt besta.

Starturin
Eg var hesaferð í bólki B. Til vinstru sá eg hestahalan á vinkonuni, Rikke Due Andersen, sum seinasta ár gjørdist DM-vinnari á marathonteininum. Hon var partur av úrvalsrennarunum, ið høvdu høvi til at hita upp á einum strekki, ið var avbyrgt, meðan vit onnur, ið høvdu vunnið okkum til at standa nakað frammaliga stóðu sum sild í tunnu og bíðaðu til renningin varð skotin í gongd.

Tad er eydsæð, at tá eg standi har, sum einasta kvinna so frammaliga í feltinum, at eg merki hýrin av at umboða nakrar av bestu langteinarennarum í heiminum. Lagið var gott og vit øll vóru spent – tad kendist týðiliga.

Meðan eg royndi at fáa hitan við nøkrum pippi-lopum, heilsaði eg uppá vinir og kenningar. Tað er ikki smávegis av danskarum, ið leita sær til Berlin at renna hendan dagin. Og síðani at hugsa sær, at eftir tveimum árum sum rennari, longu at vera so innarliga í hesi grein, at ein kennir tey flestu, og um ikki annað, so hevur man sæst áður; um ikki í Berlin so í Tokyo ella Keypmannahavn, á eini brakmark í Strib ella bara á myndum.

marnaviðferðberlin
Hóast manglandi chip, megnar Marna at hugsavna seg 100 %

Eftir at hava gjørt meg klára, rann eg fram til slúsu B, ið longu var full av luttakarum. Tað var ein torfør uppgáva at koma sær innum. Men tá er gott at vera konufólk, lítil og lættur. Komin so frammaliga sum eg metti gjørligt í slúsu B, var bert at biða, til at tíðin ikki stóð still. Eg blundaði og bað Jesuspápa vera við mær og mínum nærmastu og føra meg trygt á mál, tá eg brádliga varnist, at talgilda chippið vantar í skónum.

Bang! Og uttan at minnast hvat fór ígjøgnum høvdið á mær hesar minst 10 minuttirnar áðrenn skotið varð til start, varð eg drigin við mannamúgvuni fram ímóti portrinum við eini klokku, ið vísti 00.00.22 tá eg fór um fyrstu gáttina.

Eg legði meg eftir at fylgjast við vinkonuni, sum eg visti var fleiri sekund frammanfyri meg frá byrjan. Eg avgjørdi at eygleiða fjøldina, finna mítt stev og sum frá leið, at nærkast henni. Eg visti at hon skuldi renna umleið 02.40.00, sum eg undir ongum umstøðum væntaði at kunna henda dagin, ella yvirhøvur. Men eftir 2 km við eini splittíð uppá 03:42 valdi eg, at seta ferðina niður. Eg hevði allatíðina í tonkunum, at megin skuldu røkka til seinastu kilometrarnar á mál.

Eftir 2 km mátti eg ásanna, at tankarnir leitaðu aftur til tankan um chippið, ið lá heima við hús. Er tad nú gagnleyst at renna, tá eg ikki kann hava trygd fyri, at tiðin verður skrásett?

Eg kendi hvussu tankarnir allatíðina royndu at stýra mær. Hetta til eg á umleið 22 km síggi beint í ryggin á vinkonuni. Ja, nú vóru tankarnir um at gevast brádliga skumpaðir til viks. Eg sá á henni, at hon kropsliga als ikki var væl fyri. Stundum er tað, at tú skal síggja tína støðu í perspektiv. Og her sá eg tað. Eg gekk vid uppgevandi tonkum um at gevast, meðan eg kropsliga ongantíð havi verið betur fyri – meðan felagin hjá mær er við at hokna undan kropsliga. Eg taki hetta sum eitt tekin og veit, at treiskari menniskja møti eg sjáldan. At enda dagin vid einum DNF skuldi eg bert, um eg varð borðin á eini børðu.

Tað kann vera, at eg hevði kunnað arbeitt betur vid ferðini og skjótleikanum umframt rørslunum um tankarnir ikki vóru til ampa. Men samanumtikið lærdi hendan renningin meg rættiliga nógv um meg sjálva og stendur hendan enn sera sterk sum ein varði á mínari lívsleið sum rennari higartil.

Eg komi til 35 km frámerkið og hyggi eftir tíðini. Jú mín sann, eg renni akkurát við sama lag enn. Men nú snýr tað seg um at halda tunguna mitt í munninum og dampin uppi – merkja væl eftir. Uttan at kenna minsta tekin upp á at mátturin er við at ganga undan. Eg fylgist nú við einum svenskara og einum italienara, sum báðir eru við at takka fyri seg. Eg havi ligið aftan fyri teir seinastu 3-4 km, so nú má tað verða mín túrur til at leika. Eg leggi meg framum teir umleið 37 km, men teir megna ikki at fylgja við. Eg slapp undan tí harða mótvindinum, sum var á teininum, og legði meg fyrst frammum tá vindurin kom beint í nakkan.

marnaámálberlin
T
að gekk við rúkandi ferð seinasta strekkið á mál


Eg má viðganga, at eg ongantíð havi haft eina so góða kenslu tá so langt er fráligið; hvørki á einum marathon ella nøkrum styttri teini – ein endaspurtur av aðrari verð. Eg yvirháladi alt, sum lá frammanfyri mær, og tók meg frammum minst 3-4 kvinnur á hesum strekkinum. Eg økti og økti og lá seinasta kilometurin áðrenn mál vid eini miðalferð á 16,3 km/t.

Eg sá Brandenburger Tur. Soylurnar, sum stungu seg upp úr betong undirlagnum, og visti at nú vóru 200 metrar á mál. Eg lat eyguni aftur og bardist vid at seta ferðina enn meiri upp teir seinastu metrarnar. Komin um málstrikuna, var áhaldni als ikki uppi. Eitt lógvatak til mín sjálvs, eitt takk fyri vernd til Várharra og eitt nýtt persónligt met er í hús. Mín besta tíð á hesi rutu og á marathon rutu sum heild. Besta tíðin á hesi rutu áðrenn hendan dagin var 02:52:00 (2014). Eg kvetti sostatt 8 minuttir og 45 sekund av míni bestu tíð.

Tíðin gav eitt samlað 36. pláss, nr. 23 europeari – feltið var sterkt í ár.

Og loksins 2. oktober 2015 er tíðin skrásett.

Eg havi tað tó ikki sum fyrstu ferð, eg rann Berlin. Eg siti ikki klár at melda meg til aftur næsta ár, har eg komandi ár hevði møguleika at vera vid í úrvalsbólkinum – vid lágum nummarspjaldri og ”elite” á bringuni.

Men hvør veit, kanska eg aftur standi vid Brandenburger Tur um eitt ár. Næstu ferð vid chippinum í skónum.

Ein stór tøkk til Mikatiming.

Her er resultatlistin: http://results.scc-events.com/2015/?pid=list

/Marna

marnaølberlin
Heiðursmerki og ein vælfortjent bjór eftir ódnartakið

 

 

0 comment
0

Related Articles