Home Altjóða luttøka Marna Egholm nummar tólv í donsku vetrarkappingini

Marna Egholm nummar tólv í donsku vetrarkappingini

by Hallur Holm

Næsta leygardag byrjar føroyska vetrarkappingin, men longu seinasta leygardag varð danska vetrarkappingin skotin í gongd við lendsirenning í Strib, nærhendis Middelfart. Øll tann danska renni-elitan plagar at kappast í vetrarkappingini, og hesaferð var kappingin eisini grundarlag fyri landsliðsúttøku til NM í lendisrenning, sum verður í Finlandi komandi leygardag.

Fyri okkum føroyingar er danska vetrarkappingin sera áhugaverd, nú vit hava tveir so sterkar rennarar við. Fyri Valborg Heinesen og Marnu Egholm var hetta eisini ein møguleiki at renna seg til eitt so mikið gott úrslit, at úttøka til NM kundi spyrjast burtur úr.


Stórt og ikki minni sterkt felt 1 sekund eftir startskotið (mynd: Kim Gudmand)

Báðar  tvær runnu heilt einastandandi sterkar maratontíðir fyri bert fýra vikum síðani. Hetta tá Valborg bleiv nummar trý í DM og Marna bleiv nummar 20 í Berlin Marathon. Á danska maratonstyrkislistanum eru tær nú nummar seks og sjey, har bert heilt lítil munur er niður til nummar trý. Sjálvandi er trupult eftir nógva maratonvenjing, harða maratonkapping og fylgjandi hvílu at vera á toppinum so stutt eftir. Men tað vóru tó uppaftur aðrir trupulleikar, sum oyðilegði dagin hjá føroyingunum.


Marna í Sparta-búnanum smæðist ikki burtur millum tær bestu í Danmark (mynd: Kim Gudmand)

Mikudagin undan kappingini byrjaði Valborg mest sum av ongum at fáa ilt í annan fótin. Og hetta bleiv bara verri og verri, og dagin eftir fekk hon ikki stigið fótin til, so hugsingur var ikki um at fara til kappingina. Hetta var hon sera hørm um, tí hon hevði glett sera nógv, og hevði vónað at renna so mikið væl, at hon eisini kundi umboða Føroyar í Finlandi.

Eisini Marna var stak óhepppin. Týsdagin undan kappingini hendi eitt óhapp. Hon fór sendandi av súkklu sínari, og fekk asfalt-sár fleiri staðir á kroppin. Harafturat fekk hon eitt minni brot á armin – men tað fann hon út av eftir renningina. Marna er als ikki von við lendisrenning, og byrjaði tí varliga. Rennast skuldu fimm umfør, sum hvørt var 1,5 km – í alt 7,5 km.


Marna rann seg spakuliga fram gjøgnum feltið (mynd: Kim Gudmand)

Runnið varð á einari grasfløtu við onkrum brekkum og einum heyggi. At byrja við var gott at renna, men skjótt varð grasið til runu, og tað gjørdist sera tungt at renna. Tá menninir runnu aftaná, var alt mest sum eitt runudýki. Marna tók seg spakuliga fram gjøgnum feltið, og endaði á 12. plássi. Hetta var væl runnið av Marnu, men eingin ivi er um, at hon við meira ferðvenjing kann renna seg væl longur fram.

Tað gjørdist eingin úttøka til NM hesuferð, men í vár verður NM á 10.000 metrum, og tá verður aftur møguleiki hjá føroysku kvinnunum at kempa seg til NM. Vit koma kanska eisini at síggja Marnu til eitt ella tvey umfør í føroysku vetrarkappingini í vetur.

Vónandi verður Valborg skjótt klár aftur. Spennandi verður at fylgja við í donsku vetrarkappingini, har vit í besta føri kunnu hava tríggjar føroyskar Sparta-gentur heilt frammi. Tí umframt Valborg og Marnu, umboðar eisini Bjørk H. Olsen Sparta. Vónandi verður hon eisini klár til kappingar móti várinum. Hesuferð endaði liðið hjá Sparta á øðrum plássi. Marna var næstfremsti rennari hjá Sparta.

Kappingin hjá monnum var eisini spennandi, sæð við føroyskum eygum. Tí her var tað okkara vinur Tom Wade, sum vit kenna frá oyggjaleikunum, sum var tann sterkasti. Tom Wade av Isle of Wight heldur saman við danskari gentu, og býr tí í Århus. Tað er ikki vist, at Tom Wade verður við til oyggjaleikirnar á Jersey. Forðarennarin er nevnliga nær við at klára enska kravið at sleppa við til HM næsta summar. Hansara sterka síða er 3.000 m forðarenning, og kravið hjá honum um HM-luttøku er 8.35 min. Fer hann til HM, má Isle of Wight klára seg við tvíburðabróðrinum Jonathan Wade, sum eisini plagar at vera millum allar bestu langteinarennarar á oyggjaleikunum.

Úrslitini síggjast á hesi slóðini: http://daf.sportstiming.dk/


Vinnarin hjá monnum var Tom Wade, Isle of Wight, sum vit kenna frá oyggjaleikunum (mynd: Kim Gudmand)

 

0 comment
0

Related Articles