Home Altjóða luttøka Marna Egholm vann í dag sítt fyrsta danmarkarmeistaraheiti.

Marna Egholm vann í dag sítt fyrsta danmarkarmeistaraheiti.

by Hallur Holm

Í dag var triðja umfar av donsku vetrarkappingini runnið. Hetta var samstundis DM kapping í stuttari lendisrenning – 4 km. Maran hevur verið við bæði undanfarnu umførini, og í samlaðu vetrarkappingini var hon nummar 10 undan dagsins kapping. Í dag endaði hon í sera harðari kapping um plássini frá nr. 5-10, har einans fimm sekund vóru á muni. Marna var mitt í rokinum, og endaði á einum flottum sjeynda plássi.


Frá startinum í dag. Marna við nummar 210. 

Vinnari av kappingini gjørdist sterka Sara Sig Møller, sum eins og Marna rennur fyri Sparta. Ein onnur Sparta-dama, Caroline Tauson, endaði eitt sekund frammanfyri Marnu á 6. plássi. Saman vunnu tær tríggjar liðkappingina, ein lítlan minutt frammanfyri Århus 1900, og sostatt kann Marna Egholm á fyrsta sinni kalla seg danmarkarmeistara.


Marna Egholm hevur tikið seg ófatuliga nógv fram hetta seinasta árið, og er á veg at renna seg fram millum tær allar bestu í Danmark. (mynd frá Frost Cup í fjør)
Umframt at vinna gull í liðkappingini, vann Marna eisini silvur í kappingini hjá teimum 30-35 ára gomlu kvinnunum. Í samlaðu støðuni í donsku vetrarkappingini tekur hon seg eisini nøkur pláss upp eftir listanum. Í øllum teimu trimum fyrstu umførunum hevur talan verið um lendisrenning, sum annars ikki er styrkin hjá Marnu, sum gleðir seg til landavegsrenningar koma, har í millum DM á 10 km.

FÍF ynskir Marnu hjartaliga tillukku við DM-heitinum!

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur Holm 25.01.15 - 22:23

Rætting!!
Stutta lendisrenningin hevur altíð havt innbygda kapping um DM fyri lið. Tað hevði hon ikki í ár. Sostatt er ikki rætt at skriva, at Marna er DM vinnari, hóast tær vunnu liðkappingina í vetrarkappingini.

Tað var ikki bert undirritaði, sum ikki visti hetta. Fleiri av rennarunum vóru heldur ikki greiðir yvir hetta fyrr enn á sjálvum degnum.

Eg harmist villeiðingina:

Vinarliga
Hallur

Comments are closed.