Home Altjóða luttøka Marna føroyskt met á 5.000 metrum.

Marna føroyskt met á 5.000 metrum.

by Hallur Holm

Umframt Tór Mortensen, hevur eisini Marna Egholm verid vid til DM á Århus Stadion, har hon í dag kappadist á 5.000 metrum. Í fjør vann Valborg Heinesen silvur í júst hesi kappingini vid at seta føroyskt met. Og tad var hetta metid, sum var galdandi til í dag. Men kappingin í dag var sera sterk. Danmark hevur fingid eina rúgvu av heilt sterkum rennarum, og teir allar flestu vóru møttir í Århus. Tilsamans 11 kvinnur runnu undir 18 minuttir!

So hóast Marna megnadi at skera fýra sekund av føroyska metinum hjá Valborg Heinesen, rakk hetta ikki til heidursmerki. Marna gjørdist nummar sjey í kappingini, men nr. seks í DM, tí ein kvinna frammanfyri rann sum gestur. Marna var ikki heilt nøgd vid úrslitid, og væntar, at hon í røttu kapprenningini saktans kann renna undir 17.20. Nýggja føroyska metid hjá Marnu er 17.26,13 min.

FÍF ynskir Marnu hjartaliga tillukku vid metinum.


Marna Egholm her á Jersey. Í dag setti hon nýtt met á 5.000, og eigur eisni metid á 10.000, 15 km, 20 km og ½ maraton. (mynd: Treysti)

0 comment
0

Related Articles