Home Altjóða luttøka Marna: nr 5 í NM og silvur í DM á 10.000 m

Marna: nr 5 í NM og silvur í DM á 10.000 m

by Hallur Holm

Í gjár skuldu skjótastu 10.000 m rennararnir í norðurlondum finnast. Dansk Atletikforbund var vertur, og hevði sett heimavøllin hjá kenda danska rennifelagnum, Blovstrødløverne, til kappingarvøll. Einastu altjóða kappingar, Føroyar kunnu luttak í er NM. Sjálvandi er støðið sera høgt í mun til okkara bestu, men í Marnu Egholm hava vit eina kvinnu, sum veruliga kann bjóða bestu norðurlendingum upp til dans.

Marna NM start
So er klárt til startin. Favoritturin Simone Glad úr Danmark innast, Marna fjórðinnast. (mynd: DAF – Michael Hyllested)

Undan kappingini sá út til, at Marna var sterkari enn tríggjar av teimum fýra á danska landsliðnum. Tvær av teimum svensku vóru møguliga at tosa við, tann norska skuldi eisni verið til at tosa við, meðan tann finska og ein svensk vóru nakað sterkari. Tíverri mátti norska kvinnan melda avboð beint áðrenn startin. Hon var vorðin sjúk.

Fyri at gera kappingina meira áhugaverda bæði fyri rennararnar og ákoðararnar, var samstundis kappast um DM-heitið á 10.000 metrum. Hetta merkti, at umframt tær fýra á danska landsliðnum, vóru eisini aðrar fýra av allarbestu donsku kvinnunum við. Harafturat var ein kenjansk hara, sum skuldi hjálpa danska favorittinum, Simone Glad, at klára OL-kravið, sum er 32.15. Í samband við DM, vóru fleiri aðrir riðlar eisini runnir á degnum, tí kappast verður um DM í øllum aldursbólkum.

Marna hevði tí nógv at renna fyri. Eina so góða NM-plasering sum gjørligt, DM-silvur og DM-gull í +35 aldursbólkinum kundi røkkast, umframt at eitt føroyskt met eisini lá í kortunum. Simone Glad og haran fóru undan hinum beinanvegin. Finska Markovaara og tær tríggjar høvdu eisini hægri ferð enn tað var ráðiligt hjá Marnu at fylgja, og úrslitið var, at Marna kom at liggja púra einsamøll við øllum hinum donsku kvinnunum eltandi.

Marna NM vs Svøríki
Marna royndi eina løtu at fylgja svensku kvinnunum, men tær vóru ov sterkar. Frida, fremst á myndini, fekk tó tíðliga trupulleikar og gavst. (mynd: DAF – Michael Hyllested)

Men Marna fekk kapping! Tí aftanfyri kom sterki danski rennarin Rikke Due-Andersen. Tað var hon, sum vann DM-gull í maraton, tá Valborg Heinesen vann bronsu í 2014. Tann eina svenska kvinnan var givin, so samstundis sum Marna bardist um fimtaplássið í NM, endaði hon nú eisini í einum intensum dysti um DM-silvur. Rikke lá leingi einar 20 metrar aftanfyri, men kom so heilt fram og eisini fram við Marnu, sum tó hekk í. Soleiðis var líka til seinasta umfar, tá Marna endiliga dróg frá, og tryggjaði sær DM-silvur.

Tíðin hjá Marnu gjørdist 36.00,37. Ein betring av føroyska metinum við heili 48 sekundum. Gamla metið átti hon sjálv; tað setti hon á oyggjaleikunum á Jersey, tá hon vann silvur. Men hetta var kortini ikki ein tíð, sum Marna var serliga imponerað av. Tí so seint sum í mars rann hon 35.17 min, tá hon vann bronsu til DM í 10 km landavegsrenning. Til slíka meistaraskapsrenning hevur tíðin tó ikki mest at siga. Tað var eisini ov nógvur vindur at renna allarbestu tíðirnar. Marna eigur at stórfegnast um bestu plasering nakrantíð hjá føroyingi til NM, silvur í DM, gull í DM +35 ár og eitt stórt kut av føroyska metinum.

Marna NM heiðursmerki
Her verða DM-heiðursmerkini handað. F.v.: Marna og Conrad, Simone Glad og Rikke Due-Andersen við børnum. (mynd: FÍF)

Úrslitið í NM-kappingini gjørdist hetta:

1. Laura Markovaara, Finland 34.00,14
2. Cecilia Norrbom, Svøríki 34.16,21
3.Sara Holmgren, Svøríki 34.57,13
4. Simone Glad, Danmark 35.14,48
5. Marna Egholm, FØROYAR 36.00,37
6. Sissel Møller, Danmark 36.45,98
7.Helene Svane, Danmark 37.02,74
8. Pernille Bak Larsen, Danmark 37.09,46
–   Frida Lunden, Svøríki DNF
–  Eli Anne Dvergsdal, Noreg DNS

Úrslitið í DM kappingini gjørdist hetta:

1. Simone Glad 35.14,48
2. Marna Egholm, 36.00,37
3. Rikke Due-Andersen 36.03,25
4. Sissel Møller, 36.45,98
5. Helene Svane 37.02,74
6. Pernille Bak Larsen 37.09,46
7. Camilla Lundtoft 37.57,84
8. Lise Kandborg Sørensen 38.04,81
9. Mia Sørensen 38.16,78

 

0 comment
0

Related Articles