Home Altjóða luttøka Marna nr. 5 til DM í lendisrenning

Marna nr. 5 til DM í lendisrenning

by Hallur Holm

Tað var eitt sterkt kvinnufelt, sum tørnaði út í Vognsbølparken í Esbjerg, har DM í lendisrenning varð runnið leygardagin. Okkara Marna Egholm var ein av stinnu rennarunum, og spenningurin var stórur, um hvussu hon fór at standa seg móti teimum allarflestu av allarsterkastu donsku rennarunum.

Tað gekk sera væl hjá Marnu. Hon gjørdist nummar seks av øllum rennarunum, har av ein var útlendsk, og tí ikki rann við um DM. Tíðin hjá Marnu fyri teir 8 kilometrarnar var 31.41 min, og bert smá 40 sekund vóru frá hennara fimtaplássið og fram til bronsuna.

Vinnari av kappingini gjørdist Simone Glad, og nummar tvey var unga Anne Emilie Møller, sum rann so sera væl til EM herfyri.

Marna heiðursm
Úrtøkan hjá Marnu leygardagin. DM-gull fyri kvinnur +35 og DM-bronsa fyri liðkappingina

Tómhent skuldi Marna tó ikki fara úr Esbjerg hendan dagin. Tí liðið hjá henni, Sparta, bleiv nummar trý í liðkappingini, og sjálv vann hon gull fyri bólkin 35+!!

Næsta kapping hjá Marnu verður DM 10 km landavegsrenning 12. mars, og eina viku seinni sleppa vit at síggja hana í kapping í Runavík, tá hon verður við til FM á sama teini.

Úrslitini úr Esbjerg síggjast á hesi slóðini:

http://daf.sportstiming.dk/tilmelding/resultatliste.asp?ID=1404&kl=A&point=yes&diplom=true&koen=F

0 comment
0

Related Articles