Tað gekk ikki heilt eftir vild, tá Marna Egholm í gjár var við til NM í lendisrenning. Kappingin fór fram í Kristiansand í Noregi. Tað var kalt og kavi á renniteininum, og hetta gav okkara heldur óroynda lendisrennara eyka avbjóðingar. Tað vóru sera sterkar kvinnur hon skuldi kappast við, og serliga vinnarin úr Svøríki vísti øgiliga styrki. Tær fremstu finsku kvinnurnar vístu seg eisini at vera óvanliga væl fyri.
Fleiri minus-stig vóru leygarnáttina, og hetta setti sín dám á sjálvan renniteinin. Tað ráddi um at lata seg væl í til upphitingina.
Úrslitið gjørdist hetta:
Nr. | Navn | Úrslit |
1 | Charlotta FougbergSverige | 28:36.7 |
2 | Camilla RichardssonFinland | 29:10.9 |
3 | Annemari KiekaraFinland | 29:11.6 |
4 | Louise WikerSverige | 29:18.6 |
5 | Sara HolmgrenSverige | 29:23.2 |
6 | Lena SelenNorge | 29:30.1 |
7 | Maria WåganNorge | 29:51.1 |
8 | Sissel MøllerDenmark/Færøyene – Denmark | 29:57.2 |
9 | Anne NevinNorge | 29:58.1 |
10 | Frida KristianssonSverige | 30:01.3 |
11 | Lea ReimeDenmark/Færøyene – Denmark | 30:05.8 |
12 | Ronja FjellnerSverige | 30:36.0 |
13 | Aino KivenmäkiFinland | 30:41.9 |
14 | Marna EgholmDenmark/Færøyene – Færøyene | 31:27.6 |
15 | Suvi MiettinenFinland | 32:59.6 |
Beinini kendust tung longu frá byrjan, segði Marna, sum stríddist væl allan teinin. Møðin frá DM maraton situr enn í kroppinum, og tí hevur venjingin fram móti hesi kappingini ikki verið optimal. Til NM á 10.000 m mai mánaði var Marna langt undan donsku Sissel Møller, sum í gjár varð nummar átta. Hetta sigur eitt sindur um munin millum flata renning og lendisrenning og eisini týdningin at vera væl fyrireikaður til lendisrenning, har tú aldrin sleppur at finna egna rútmu, sum annars er styrkin hjá Marnu.
Marna stríddist væl allan vegin
Hetta er triðju ferð, at Føroyar eru umboðaðar til NM Cross. Fyrstu ferð var í 2014, tá Valborg Heinesen rann í Reykjavík. Hon vann tá á øllum teimum fimm íslendsku kvinnunum, men fekk tó onga av hinum. Hon stríddist líka til allarseinast móti tí einu donsku, men endaði tvey sekund aftaná. Í 2015 var Marna við í Gøtuborg, men mátti tá gevast, tá hon beklaði. Tá stríddist hon millum tríggjar tær aftastu.
Í gjár var sostatt fyrstu ferð, at vit vunnu á einari “frá teimum stóru londunum”, tí Marna var fitt undan tí seinastu finsku kvinnuni.
Í FÍF meta vit tað hava alstóran týdning at luttaka altjóða, har vit hava møguleikan. Sjálvandi skal tað ítróttarliga eisini forsvarast. Í løtuni er tað bert Marna, sum megnar hetta. Men vit hava nakrar sera sterkar ungdómsrennarar, og vit áttu møguliga at bjóða teimum allarbestu við til NM næsta ár.
Hóast kulda og kava, var vindurin ikki nógvur. Tó altíð lætt og ikki minni gott og fjálgt at síggja Merkið millum hini norðurlendsku fløggini
Á úrslitalistanum sæst, at tær donsku kvinnurnar eins og Marna standa at umboða Denmark/Færøyane. Hetta kemst av at tær donsku høvdu tvey avboð og tí ikki fingu mannað lið til liðkappingina. Tí varð felagslið gjørt fyri Danmark og Føroyar.
Rigmor N. Arge frá FÍF hevur verið leiðari á túrinum, og tað er eisini hon, sum eigur myndirnar.