Marna sett nýtt met í hálvum maraton

Skrivað hevur

Í morgun betraði Marna Egholm um sítt egna føroyska met í hálvum maraton, tá hon í Berlin rann á mál í tíðini 1.19.14 tímar. Gamla metið, sum hon setti nýggjársaftan var 1.20.57 tímar. Kappingin í dag var eitt av stóru málunum hjá henni í vár.

marna

Góða tíðin hjá henni í dag rakk til eitt samla 15. pláss hjá kvinnum og eitt 2. pláss í hennara aldursflokki, sum er kvinnur 30-34 ár. Hyggja vit eftir hennara millumtíðum fyri hvørjar 5 km, so sást at hon hevur runnið avbera javnt, tí tær eru: 18.47, 18.56, 18.50 og so eitt lítið vet skjótari fyri teir seinastu 6,1 km.

FÍF ynskir Marnu hjartaliga tillukku við metinum.

Valborg Heinesen og Bjørk Herup Olsen ætlaðu eisini at luttaka, men máttu tíverri av ymiskum orsøkum melda avboð til kappingina.

Nakrir aðrir føroyskir rennarar hava eisini runnið í Berlin í morgun. Ein teirra var Henry Olsen, sum kom á mál í tíðini 1.18.28 tímar (netto 1.17.58). Úrslitið hjá Henry rakk til eitt samlað 175. pláss hjá monnum og eitt 6. pláss í aldurflokkinum 50-54 ár.

Onnur føroysk úrslit undir 2 tímar (nettotíð í parantes):
1.30.54 (1.29.38) Regin M. Petersen
1.34.32 (1.33.22) Jósvein H. Olsen
1.36.45 (1.35.29) Virgar Dahl
1.42.28 (1.40.58) Heðin D. Poulsen
1.59.37 (1.55.57) Sunneva Olsen

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*