Home Altjóða luttøka Marna til NM í lendisrenning leygardagin

Marna til NM í lendisrenning leygardagin

by Hallur Holm

So títt og knapt riðilin av vetrarrennarum er komin niðan til vindmyllurnar í Neshaganum leygarmorgunin, so smellur eitt annað startskot í Gøtuborg, har Marna Egholm fer at umboða Føroyar í norðurlandameistarakappingi í lendisrenning.

Hetta er aðru ferð, at Føroyar hava umboð við til hesa kapping. Fyrru ferðina var í 2013, tá Valborg Heinesen umboðaði Føroyar í Reykjavík. Tíverrri meta vit ikki, at aðrir føroyskir rennarar beint nú hava styrki at renna móti teimum allarbestu í okkara grannalondum, men málið er sjálvandi at vit hava meira enn tað eina umboðið við næsta ár.

Tað er ein sera hørð kapping, sum Marna skal í gongd við leygarmorgunin klokkan 11.15 føroyska tíð. So sterk verður mótstøðan, at sjálvt íslendingar hava ikki hildið tað vera ráðiligt at senda teirra bestu við, av ótta fyri at tær skulu enda sum kanónføði. Vit kunnu rokna við, at Marna fer at fáa eina sera tunga renning á halanum á hesum krútsterka feltinum við 20 kvinnum. Men kenna vit Marnu rætt, so gevur hon alt hon eigur til seinasta fetið er tikið.

11709378_1112160915465147_3246640018597687321_n
Niels Jákup Jakobsen, næstformaður í FÍF, er ferða- og liðleiðari í Gøtuborg. Her eru hann og Marna avmyndað á oyggjaleikunum á Jersey í summar. (mynd: Tryggingarfelagið Føroyar, Oda)

Umframt at kappast um heiðurin sum besti norðurlendski lendisrennari, er hetta fyri fleiri av rennarunum eisini úttøkukapping til EM í lendisrenning, sum verður fyrst í desember.

Kappingin í Svøríki er samstundis kapping fyri landslið bæði hjá vaksnum og hjá unglingum. Í Føroyum eiga vit nógvar evnaríkar ungar rennarar, og tað hevði verið ein ómetaliga stór og spennandi avbjóðing, um vit í Føroyum settu okkum fyri, at vit um 2-3 ár skuldu mannað eitt kvinnu- ella mansunglingalið. Ja, og hví ikki eitt kvinnulið eisini, um vit nú fingu allar okkara stjørnur í toppform samstundis?

FÍF ynskir Marnu bestu eydnu við kappingini i morgin.

Startlistin hjá kvinnunum:

Women Seniorer

27 Eli Anne Dvergsdal 1991 Norge
28 Anne Nevin1973 Norge
29 Kirsten Maraton Melkevik 1970 Norge
30 Heidi Pharo.1987 Norge

31 Sara Holmgren-90 Sverige
32 Linn Nilsson-90 Sverige
33 Frida Aspnäs-87 Sverige
34 Klara Bodinson-90 Sverige
35 Hedda Bångman-95 Sverige
36 Frida Kristiansson-92 Sverige

37 Johanna Peiponen (1990) Finland
38 Meri Rantanen ( 1993) Finland
39 Anne-Mari Sandell (1977) Finland
40 vakant Finland

41 Sara Sig Møller – 1983 Danmark
42 Simone Glad -1990 Danmark
43 Zenia Mogensen – Danmark
44 Maja Møller Alm Danmark

45 Marna Leila Vandsdal Egholm, 1981. Färöarna

102 Ronja Fjellner -89 Örgryte Is

 

 

0 comment
0

Related Articles