Home Altjóða luttøka Marna vann DM í maratonrenning

Marna vann DM í maratonrenning

by Hallur Holm

Marna Egholm vann í dag danska meistaraheitið í maratonrenning, tá H. C. Andersen Marathon varð runnið í Odense í morgun. Fyri tveimum vikum síðani vann hon DM-silvur á hálva teininum, so heilt óvæntað var hetta ikki. Ikki fyri tey, sum kenna Marnu. Men fyri frásøgumenninar, sum vóru við í stroymingini, kom hetta sera óvart á. Teir tosaðu bara um aðrar kvinnur, og ikki fyrr enn Marna var á breytini, gekk upp fyri teimum, at tað altso var hon, sum fór at gerast danmarkarmeistari. Og hetta hóast hon var heilar 9 minuttir undan næsta rennara.

Marna DM-silvur
Her vinnur Marna DM-silvur í ½ maraton fyri tveimum vikum síðani. Í mai vann hon DM-silvur á 10.000 metrum. Og í dag DM-gull á maratonteininum. Allir sær út til at venda rætta veg, og framtíðin er sera spennandi. 

Ja, tað var skuffandi at fylgja beinleiðis stroymingini í morgun, har tað bara var sett fokus á fremstu fremmandu rennararnar, og síðani teir báðar fremstu donsku menninar. Ikki eitt orð um DM hjá kvinnum, har Marna lá klárt á odda allan vegin.

Men tað skal altso ikki taka nakað frá stóra avrikinum hjá Marnu. Ein knúsandi sigur og fyrsta DM-gullmerki til føroyska kvinnu í frælsum ítrótti fyri vaksin. Tíðin hjá Marnu gjørdist 2.46.37, sum eisini er nýtt føroyskt met. Gamla metið átti Valborg Heinesen, sum hon setti fyri tveimum árum síðani, tá hon vann DM-bronsu. Marna rann annars 2.43 min í Berlin í fjør, men tá rann hon uttan chip, og tí kundi tað metið ikki góðkennast.

Hetta er ein hørð tíð fyri Marnu. Fleiri stórar spennandi avbjóðingar standa fyri framman. Norðurlandameistaskapið lendisrenning er ein av uppgávunum. Hetta verður í Kristiansand í Noregi 12. november.

Øll úrslit 2016 og annað sæst á almennu heimasíðuni www.hcamarathon.dk

 

 

0 comment
0

Related Articles