Eftir loknar kappingar sunnudagin og -kvøldið fóru vit til Liseberg at stuttleika okkum, so tað varð eitt sindur seint vit komu aftur á vallaraheimið. Tá var einki net, so ikki lá fyri hjá okkum at greiða frá gongdini seinasta dagin.
Marnar vann, við tíðini 8.57,01 min., bronsumerki í 3.000m renningin fyri dreingir 17. Hinir báðir eru norðmenn
Hetta var annars aftur ein dagur við góðum úrslitum. Ja heili 12 persónlig met gjørdist talan um, og mín sann, um ikki vit eisini fingu eitt bronsumerki afturat, tá Marnar Djurhuus við sera væl disiplineraðari renning endurtók bragdið frá oyggjaleikunum, og í endaspurtinum setti mótstøðumann uppá pláss og sum ein ørvur streyk hann avstað við bronsuni. Eitt føroyskt met fingu vit eisini sunnudagin. Tað var á 200 metrum, har Rebekka betraði sítt met frá 28,80 til 28,45 sek. Kortini endaði hon nr. 49 av 49 í hesi kappingini, og tað sigur ikki so lítið um, hvussu hørð kappingin er til VU-Spelen. Sostatt komu vit heimaftur við tveimum bronsumerkjum, einum føroyskum meti, 20 bólkametum, 26 persónligum metum og í alt 8 topp-tíggju plaseringum. Hetta má sigast at vera eitt sera gott úrslit, tí støðið svarar nøkulunda til tað, eitt norðurlandameistaraskap hevði svarað til.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá seinasta kappingardegnum, sum var sunnudagin umframt øll úrslitini.
Navn | Fríggjadagur 8. juli | Leygardagur 9. juli | Sunnudagur 10. juli |
Daniel Djurhuus Rein ´90 | Longdarlop 6,44 m – nr 24/32 PM | 200 m 24,62 – nr. 68/73 – PM | |
Hans Jacobsen ´94 | 800 m 2.08,03 – 44/66 | 400 m 55,08 – 37/45 | 200 m 24,36 – 29/41 PM |
Rúni Seloy ´94 | 800 m 1.58,19 – 5/66 | 400 m 52,88 – 16/45 PM | |
Trygvi Laksafoss ´94 | 100 m 11,88 – 21/49 PM | Hæddarlop 160 cm 11/13 | |
Regin Joensen ´95 | 800 m 2.07,01 – 39/66 PM | 400 m 54,25 – 27/45 PM | 200 m 25,06 – 37/45 PM |
Hallur Simonsen ´95 | Kúla 9,88 m – 15/17 | Klingra 32,49 – 16/20 | |
Hanus Bergsson ´95 | Spjót 46,94 – 18/31 PM | Kúla 10,23 m – 14/17 | |
Marnar Djurhuus ´95 | 1.500 m 4.12,10 – 7/39 PM | 3.000 m 8.57,01 – 3/34 PM | |
Steingrímur Hallsson ´97 | 800 m 2.15,09 – 10/29 PM | 2.000 m 6.33,91 – 26/39 PM | |
Steingrímur Hallsson ´97 | Spjót 30,47 m – 20/24 | ||
Rebekka Fuglø ´93 | 400 m 63,36 – 18/25 | 200 m 28,45 – 49/49 Fø met!! | |
Rebekka Fuglø ´93 | 800 m 2.19,29 – 8/24 | ||
Elsa Berg ´96 | 800 m 2.33,63 – 28/36 | 300 m 45,20 – 40/73 PM | |
Marita K. Petersen ´98 | 60 m h. 10,96 – 29/62 PM | 80 m 11,83 50/100 PM | 200 m 29,54 – 45/74 PM |
Marita K. Petersen ´98 | Spjót 32,11 m – 8/33 PM | Longdarlop 4.23 – 63/101 | Kúla 9,05 – 23/56 PM |
Katarina Høj ´98 | 600 m 1.45,89 – 3/41 PM | 1.500 m 5.07,59 – 6/33 PM | 200 m 30,25 – 26/57 PM |
Karin Holm Simonsen | 600 m 1.58,17 – 19/41 | 200 m 32,16 – 43/57 PM | |
Tinna Berg Jørgensen | 80 m 11,45 – 14/74 PM | Longdarlop 3,77 – 53/74 | |
Tinna Berg Jørgensen | 80 m finalu-umf. 11,51 – 12/16 | 200 m 29,54 – 13/57 PM |
Hans (í bláum skóm) rennur 200m
Londgarlopskappingar fóru eisini fram á upphitingarbreytini
Hans setti persónligt met í 200m
Ísland, Noreg, Svøríki, FØROYAR og Danmark vóru umboðaði í hesum riðilinum
Rebekka ávegis at seta føroysk met í 200m
Klokkan vísti 28,45 sekund tá Rebekka fór um málstrikuna
Daniel rennur her 200m á breyt 1
Daniel setti persónligt met í 200m
Tinna á breyt 2 hevur lagt seg á odda í riðili 3 í 200m
Hon fór flúgvandi um málstrikuna…
Katarina (nærmast) bleiv nummar tvey í sínum riðili í 200m
Karin setti persónligt met í 200m
Karin og Katarina beint eftir 200m
Tinna og Rebekka eftir tær hava runnið 200m
Marnar hevur tikið píkaskógvarnar uppá og er tilreiðar at renna 3.000m
Teir vóru 17 dreingir í fyrra riðilinum, har Marnar var ein teirra
Marnar rann eina vælstýrda kapping
Klokkan ringir og Marnar fer út á seinasta umfar á 5. plássi!
Seinasta umfari setti Marnar ferð á og rann seg til eitt bronsuheiðursmerki
Marnar var útlúgvaður tá hann kom á mál eftir 3.000m
Nummar eitt og tvey vóru norðmenn, meðan Marnar bleiv nummar trý
Feðgarnir Hallur og Steingrímur á Ullevi summarið 2011. Steingrímur hevur góð evnir til fleiri greinar
Steingrímur manglar her tvey umfør í 2.000m renningini
Á seinasta umfari rann Steingrímur seg fleiri pláss fram
Fyrsti riðil gentur 19 ár er júst byrjaður uppá 800m
Rebekka hevur havt takið á Karinu Klok í ár, og so var eisini hesaferð
Rebekka rann fyri triðju ferð undir 2.20 min. á 800m og var bert 22/100 frá metinum
Steingrímur, Hallur, Rúni og Marnar skoða Merkið veitra á Ullevi, eftir væleydnaðar loknar kappingar