Leygardagin og sunnudagin luttekur ungi Treysta-drongurin Marnar Djurhuus av Morskranesi í stórari kapping í Savedalen uttan fyri Gøteborg. Hansara frálíku úrslit frá DM-U, har hann m.a. gjørdist danmarksmeistari á 1.500 m, hava gjørt, at Dansk Atletik Forbund hevur úttikið Marnar at umboða eitt úrvalsliðið fyri 14-15 ára gomul úr Vesturdanmark.
Marnar skal leygardagin renna 2.000 m og sunnudagin 800 m. Við á ferðini í Svøríki hevur Marnar eisini venjara sín, Guttorm Sørensen, sum eisini er ein av ferðaleiðarunum fyri danska ferðaliðið.
Lesið meira á www.treysti.fo