Home Altjóða luttøka Marnar Djurhuus gjørdi bart í Svøríki

Marnar Djurhuus gjørdi bart í Svøríki

by Hallur Holm

Tey góðu úrslitini hjá okkara ungdómsrennarum vilja bara ongan enda taka. Um vikuskiftið var  Treysta-drongurin Marnar Djurhuus av Morskranesi við á stórari stevnu í Sävedalen uttanfyri Gøteborg.  15 ára gamli Marnar umboðaði vesturdanska landsliðið, sum saman var farið til hesa kapping.

Leygardagin var 2.000 m á skránni. Og her gekk nógv betur enn væl og nógv betur enn nakar tordi at gita og vænta. Ikki bara vann Marnar kappingina við fantastisku tíðini 5.53.92. Hetta var samstundis bæði nýtt stevnumet, føroyskt ungdómsmet og undgómsmet hjá Vejle Atletikforening, sum Marnar umboðar, tá hann rennur fyri DAF. Heimildarmaður okkara í Savedalen, Guttorm Sørensen, sum er ferðaleiðari á túrinum, sigur, at hetta var ein ótrúliga góð og spennandi kapping, har Marnar førdi fyrstu umførini, men at tveir sviar síðani royndu at taka seg undan. Móti endanum fekk Marnar fatur aftur á sviunum, og í einum braki av einum endaspurti blivu hesir settir væl og virðiliga upp á pláss.


Marnar, her á triðjaplássi 60m áðrenn málstrikuna, hevur sett endaspurtin inn

Sunnudagin var 800 m á skránni. Men nú var ikki nógv krút eftir í beinunum, tí hóast Marnar í nógva vindinum við 2.08,96  fekk strítt seg til eitt flott annað pláss, endaði hann eitt fitt petti frá sínari bestu tíð.

Í øllum førum verður ógvuliga spennandi at fylgja við Marnari í summar, tí nógvar kappingar eru fyri framman. Guttorm og Marnar verða aftur í Føroyum mánadagin.

0 comment
0

Related Articles