Home Altjóða luttøka Marnar Djurhuus vann óvæntað bronsu á 5.000 metrum

Marnar Djurhuus vann óvæntað bronsu á 5.000 metrum

by Hallur Holm

Enn eitt heiðursmerki kom í pottin hjá FÍF í kvøld! Hetta hendi, tá Marnar Djurhuus heldur óvæntað rann og vann bronsumerki á 5.000 metrum. Tað lá ikki í kortunum, at Marnar fór at mynda oddin, men tá startlistin var nærlisin og og úrslitini hjá mótstøðumonnunum væl og virðiliga kannað, var greitt, at eitt pláss í fremstu hálvu var væntandi. Tá tað so frættist, at ein av teimum frægu gav avboð, fór spenningurin at økjast. Guttorm Sørensen, sum er venjari hjá Marnari, metti at um Marnar nú veruliga hevði ein góðan dag, kundi hann kanska blanda seg upp í stríðið um bronsumerkið.


Startskotið er latið av og teir spenna avstað

Og rætt fekk hann. Favorittarnir báðir hildu til stroks beinanvegin, og løgdu seg langt fram um restina. Síðani kom ein bólkur á einar 8 rennarar, sum fylgdust nokk so leingi. Tað byrjaði  tó so hvørt at tynnast í hesum bólkinum, og at enda vóru teir bert tveir eftir. Ronan Shally av Guernsey og so Marnar, sum elti hann tætt. Ronan royndi so íðiliga at halda høga ferð, so Marnar ikki skuldi megna at fylgja við, men Marnar vildi ikki geva seg, og nærum beit seg fastan í hælsinurnar á ørkymlaða Guernsey-manninum.


Marnar hevur sagt Ronan Shally farvæl og fer avstað við bronsuni

Soleiðis var skilið líka til 250 metrar vóru eftir. Tá eksploderaði Marnar í einum vanvittigum spurtrúsi framvið Ronan, og við fúkandi ferð helt hann til beins gjøgnum seinasta svingið og oman á málið, har hann sigurssælur og deyðatroyttur saman við venjara sínum kundi lata seg heiðra sum bronsuvinnari. Eitt ómetaliga flott úrslit av einum bert 16 ára gomlum drongi!


Tað ráddi um hjá Marnari at hava tunguna mitt í munninum og vera tolin

Hvussu langt Marnar kann koma sum rennari verður spennandi at síggja, men fyribils kunnu vit bíða til fríggjadagin, tá Marnar fer at royna seg á 10.000 metrum.

Hjartaliga til lukku við bronsumerkinum Marnar!!

Lesið meria um Marnar og Rebekku á www.treysti.fo

Úrslitið av renningini sæst her

1st 1 Keith Gerrard Isle of Man 14:26.74 Gold Gold
2nd 1 Thomas Wade Isle of Wight 15:11.98 Silver Silver
3rd 1 Marnar Djurhuus Faroe Islands 15:56.88 Bronze Bronze
4th 1 Ronan Shally Guernsey 16:05.52  
5th 1 Stephen Allen Bermuda 16:18.29  
6th 1 Iain MacCorquodale Western Isles 16:19.44  
7th 1 James Cunningham Jersey 16:23.78  
8th 1 Murdo Mackenzie Western Isles 16:33.75  
9th 1 Steve Bienvenu Guernsey 16:44.79  
10th 1 Kelvin Gomez Gibraltar 16:53.30  
11th 1 David Ibbotson Jersey 16:57.96  
12th 1 Innar Sepp Saaremaa 17:39.61  
13th 1 Stephen Livett Ynys Môn 20:20.71  
DNF 1 Michael Doyle Sark  
0 comment
0

Related Articles