Home Altjóða luttøka Marnar Djurhuus vann tvífalt DM-gull!!

Marnar Djurhuus vann tvífalt DM-gull!!

by Hallur Holm

Farna vikuskifti vóru tríggir Treysta-dreingir í Danmark, og runnu um donsku innandurameistaraskapini. Serligar vónir vóru um, at Marnar Djurhuus fór at taka okkurt heiðursmerki heim við. Á 3.000 metrum hevði hann næstbestu tilmeldingartíð, og hetta var eisini teinurin, hann legði størstan dentin á. Men eftir avboð frá Jacobs Simonsen, sum hevði bestu tilmeldingartíðina og hevur verið argasti kappingarneyti hjá Marnar seinnu árini, var greitt, at Marnar hevði góðar møguleikar at vinna kappingina. Hann hevði góð bein hendan dagin og rann væl og kontrolleraði kappingina. Undan kappingini tosaði Marnar um at seta persónligt met, men nú hann brádliga var sterkastur í feltinum, valdi hann at renna taktiskt. Fyrstu 1.000 metrarnir vórðu afturumlagdir uppá 3.00, og so hjálpti ikki at hugsa um pr. Teir báðar seinnu kilometrarnar rann hann uppá 2.54 min, og tað var ríkiligt til at skræða seg leysan frá mótstøðumonnunum. Ja, hann slapp undan at renna seg heilt út, og kundi harvið spara eitt sindur av góðum krúti til 1.500 m dagin eftir. Tíðin gjørdist 8.49,74 min.

Á 1.500 m var heldur eingin Jacob Simonsen. Men nr. 2 og 3 á 3.000 m høvdu tó betri tilmeldingartíð enn Marnar á 1.500 m. Tað bleiv runnið hart frá byrjan. Onkuntíð við Marnari á odda, og onkuntíð aftanfyri hinar báðar, sum myndaðu oddin. Men móti endanum sá út til, at Marnar tók at dragna. Út á seinasta umfarið fóru hinir báðir undan honum. Marnar var bangin fyri at missa 3. plássið, og royndi at spenna í. Og so hendi nakað løgið. Nýggjar kreftir komu í beinini, og hann kendi møguleikan at renna hinar báðar uppaftur. Og tað var júst tað, sum hendi. Seinastu 100 metrarnar fór hann buldrandi fram við teimum, og smurdi teir av við meira enn einum sekundi! Og nú var hann vorðin tvífaldur danskur meistari. Harumframt hevði hann sett nýtt føroyskt innanduramet við 4.05,85 min.


Marnar Djurhuus kemur á mál í TF VK6 á Fossanesi. Nr. 1 sjálvandi. Nógva venjingin í vetur ber nú av álvara ávøkstur

Einar Gregersen var eisini við í hesi somu kapping. Honum eydnaðist at fáa eitt lítið persónligt met, sum nú er 4.22,63 min. Dagin fyri fekk Einar eisini eitt lítið persónligt met á 800 m við 2.04,98 min. Marnar og Einar runnu í bólkinum dreingir 18-19 ár. Í bólkinum 14-15 var Gunnar Sivertsen við. Leygardagin rann hann 800 m. Hann hevði vónað at runnið upp til sítt allarbesta og eitt sindur afturat, men beinini vóru ikki góð hendan dagin, og við tíðini 2.19,49 min, var hann eini 5 sekund aftari enn ætlað. Betur gekst sunnudagin á 1.500. Her helt hann javnt góða ferð, og sá út til at fáa eitt gott persónligt met. Men so kom ein drongur, og royndi at yvirhála innanfyri. Hetta órógvaði Gunnar so mikið, at hann datt, og misti dýrabar sekund. Gunnar reistist tó aftur, og kom skuffaður á mál við tíðini 5.06,58 min – eini 20 sekund seinni enn ætlað.

Úrslitini frá DM-Ung innandura síggjast á hesi slóðini: http://test.mars-net.dk/meet/ShowMeet.aspx?MeetId=fd0da833-0063-42c1-beb6-d16a2f5186e2


Gunnar Sivertsen, Einar Gregersen og Marnar Djurhuus. Tríggir Treystir trumfar

Við metinum hjá Marnari á 1.500 metrum, eru nú heili 10 føroysk met sett í ár! Hetta ber sanniliga boð um enn betri tíðir fyri frælsan ítrótt her heima. Og at vit eiga ein tvífaldan danmarksmeistara er í veruleikanum heldur ikki stórtíðindi. Tað hevur Marnar eisini verið áður. Og tað hava Rúni Seloy, Rebekka Fuglø og Bjørk Herup Olsen eisini verið meira enn eina ferð. Eisini Øssur Debes Eiriksfoss hevur verið tvífaldur danmarksmeistari!

 

 

0 comment
0

Related Articles