Home Altjóða luttøka Marnar fyrsta metið í 2014

Marnar fyrsta metið í 2014

by Hallur Holm

Seinnu árini hava sjáldan skula bíða leingi eftir fyrsta føroyska metinum í nýkomna árinum. Reykjavík International Games og Stórmót eru kappingar í januar, og síðan føroyingar í 2007 byrjaðu at fara til Íslands at kappast, er mest sum hvørjaferð okkurt metið fallið har yviri. Og so var aftur í ár. Í allarfyrstu breytarkappingini á árinum fall fyrsta metið. Marnar Djurhuus hevur verið í sera góðum formi í vetur, og væntandi varð, at hann fór at renna upp til sítt besta í kappingini á 3.000 m. Einans fýra rennarar vóru við til kappingina, men teir høvdu allir høgt støði. Kári Steinn Karlsson hevur ikki bara verið besti íslendski rennarin hesi seinastu árini, men telist eisini millum bestu norðurlendsku rennararnar. Hann rann eftir íslendska metinum, so tað bleiv ov nógv fyri Marnar. Annar rennari segði undan kappingini, at hann fór eftir 8.40 min. Hetta var kanska akkurát í meira lagi fyri Marnar, men mett varð, at rætti taktikkurin var at fylgja hesum rennaranum so leingi sum gjørligt.


Marnar kemur á mál sum nr. 2 í nýggjari føroyskari mettíð – 8.45,27 min

Sum sagt so gjørt. Marnar helt seg aftanfyri teir fyrstu góðu 2.000 metrarnar, men merkti tá, at ferðin minkaði. Hann var skjótur fram um, og trýsti ferðina upp seinasta kilometrarnar. Hinir báðir hingu so dánt í allan vegin, men megnaðu ikki at hótta Marnar, sum rann set til eitt flott 2. pláss og samstundis setti nýtt føroyskt met við 8.45,27 min. Gamla metið átti hann sjálvur. Tað setti hann í somu í fjør, tá hann rann teinin uppá 8.53,03 min.

Tveir ungdómsbólkar sluppu eisini at renna við í Reykjavík International Games, og eisini her var Treysit væl umboðað. Tá gentur 15 ár runnu 600 m, átti Treysti fýra av tíggju gentum á startstrikuni. Og aftur her var yvirmaktin ov stór. Tí suverenur vinnari gjørdist Tordis Eva Steinsdóttir, sum tók ungdómsmetið frá Anitu Hinriksdóttir. Anita er annars bara 17 ár, og longu nú í heimsflokki. Tíðin hjá Tordis var 1.33,34, so lítið er at ivast í, at næsti heimsklassarennarin hjá íslendingum er væl á veg. Men klaksvíkargenturnar smæddust ikki burtur. Oddvør Josephsen stríddi seg heilt fram á triðjapláss, og setti bólkamet fyri gentur 13 ár við 1.46,30. Harvið betraði hon sína egnu bestu tíð við 4-5 sekundum!! Seiga Maria Biskopstø setti eisini eitt gott persónligt met, og bleiv nr. 8 við 1.54,28 min. Hetta var eisini bólkamet hjá gentum 12 ár. Og mín sann um vit ikki eisini fingu eitt bólkamet fyri gentur 14 ár, tá Elin Kristina Ryan við 1.57,62 rann seg á 9. pláss. Rutt Gregersen bleiv nr. 11 við 2.02.

Hjá dreingjum 15 ár var Gunnar Sivertsen við. Eisini hann rann eina góða kapping, og setti bólkamet fyri dreingir 15 ár. Úrslitið gjørdist eitt fimtapláss, og tíðin og nýggja bólkametið er 1.37,60 min

Tey í Treysti hava vant dúgliga í vetur og stuttligt er, tá hetta sæst aftur í góðum úrslitum. Aftur komandi vikuskiftið kappast Treysti í Reykjavík. Stórmót IR verður leygar- og sunnudagin, og tá vera nógvir Treystaíðkarar afturat við. Haraftuat koma fleiri íðkarar úr Hvirluni og úr Bragdinum eisini yvir at kappast.

Í kappingini í hæddarlop fingu vit ein føroyskan vinnara. Tað var Kristin Lív Svabo Jónsdóttir, sum við einum lopi á 161 cm í fyrstu royndini kom gjørdist vinnari av Reykavík International Games. Kristin Lív hevur føroyska mammu, og vitjar ofta í Føroyum. Tá plagar hon at venja við Hvirluni hjá Hera Ziska, sum er svágur til mammuna. Hon býr í Íslandi og umboðar størsta felagið, IR.


Kristin Lív er ein sera evnaríkur hæddarleypari, og er á íslendska landsliðnum. Her í bláa IR kappingarbúnanum

FÍF ynskir øllum íðkarunum hjartaliga tillukku við góðu úrslitunum og góða eydnu til Stórmót IR.

0 comment
0

Related Articles