Home Altjóða luttøka Marnar nr. 3 í Reykjavík við føroyskum meti

Marnar nr. 3 í Reykjavík við føroyskum meti

by Hallur Holm

Í dag hevur Marnar Djurhuus úr Treysti verið við í Reykjavík International, har hann var við í kappingini á 3.000 metrum. Reykjavík International er stór ítróttarstevna har flestu vanligu ítróttargreinarnar eru umboðaðar. Teir bestu íslendingarnir í frælsum ítrótti plaga at vera við í hesi kappingini, og tað vóru eisini sjey sterkir rennarar, sum í dag stóðu á startstrikuni til ein spennandi 3.000 metur.

Marnar helt seg í skinninum frá byrjan, og lá næstaftast eftir teir fyrstu 1.000 metrarnar, sum hann kortini rann uppá umleið 2.57 min. Teir næstu 1.000 metrarnar legði hann aftur um uppá umleið 3.00 min, og hevði nú runnið seg fram á 5. plássið. Hann hevði eisini runnið seg fram á fjórða pláss, áðrenn hann við einum rimmar endaspurti tók mannin á triðjaplássi, sum hann hølvaði 5 sekund burturúr á seinasta 200 metraumfarinum. Seinastu 1.000 metrarnar rann Marnar við umleið 2.56 min(!) og endaliga tíðin gjørdist so góð sum 8.53.03, sum er nýtt føroyskt innanduramet. Gamla metið átti Bogi Lenvig, sum í 2004 rann 8.55,65 í kapping í Malmø. Marnar gjørdi tó einki við teir báðar fremstu, sum runnu ávikavíst 8.30 og 8.43. Men sum hann rann í dag, er lítið at ivast í, at hann sum frá líður, kann bøta almikið um hesa tíðina!


Marnar trívist væl innandura. Her vinnur hann DM fyri dreingir 16-17 ár í mars 2012. Tíðin ta ferðina var 9.00,47

Hetta er longu næsta innandurmetið í ár, ivaleyst verða enn fleiri í næstum. Tí longu næsta vikuskifti verður stóra kappingin IR Stórmót í Reykjavík. Tá fer Marnar at renna 1.500 metrar, og saman við honum verða eisini stórir hópar úr Hvirluni, Treysti og Bragdinum við í drúgvu kappingini. Meira um hetta seinni.

FÍF ynskir Marnari hjartaliga tillukku við frálíka úrslitinum og føroyska metinum!

Eisini hálvi føroyingurin, men sum vit kortini halda er heilur føroyingur, Kristin Lív Jónsdóttur Svabo, var í kapping í dag. Unga Kristin, sum venur við Hvirluni, tá hon er í Føroyum, hevur longu nú hóast hennara unga aldur, talst millum tær bestu íslendsku kvinnurnar í hæddarlopi. Og í dag prógvaði hon hetta aftur, tá hon við einum lopi upp um 1,58 m vann gullheiðursmerki. Eisini eitt stórt tillukku til tín, Kristin Lív!

0 comment
0

Related Articles