Marnar vann DM á bæði 1.500 m og 3.000 m

Skrivað hevur

So gjørdu tey tað aftur! Okkara framúrskarandi ungdómur. 2 gull, 2 silvur og eina bronsu í kapping um  danska innandurameistaraskapin fyri ung. Fimta árið á rað hava føroyskir íðkarar verið niðri til DMU innadura. Og aftur í ár – eins og øll hini árini –  eru vit komin heim við gulli og kosin DM-vinnarar. Treysti hevði sent Rebekku Fuglø og Marnar Djurhuus avstað, og Bragdið hevði sent Rúna Seloy.

Í fjør var tað Rebekku Fuglø flestar vónir vóru settar á, og gjørdist hon eisini tvífaldur danmarksmeistari tá. Í ár var tað so Marnar Djurhuus, sum eftir tilmeldingartíðunum at døma, hevði góðan møguleika at vinna gull í báðum kappingunum, hann skuldi luttaka í.


Soleiðis gekk tað fyrstu 2.800 metrarnar, Marnar við Rasmusi í hølunum

Fyrra dagin runnu teir 3.000 metrar. Lagt var upp til ein spennandi tvídyst millum Marnar og Rasmus Linderoth úr Århus. Teir høvdu báðir somu tilmeldingartíð, 8,57 min. Tað var Marnar, sum setti tempo á allan vegin við Rasmusi beint í hølunum. Marnar hevði ilt við at anda turru luftina í høllini, og umfarstíðirnar blivu eitt sindur seinni enn ætlað. Tá teir fóru út á seinasta umfar, fór Rasmus fram um Marnar, og ætlaði at renna frá honum. Men Marnar fylgdi við eina løtu, og so hamraði hann spitaran í botn, og setti danan uppá pláss við tveimum sekundum seinastu 100 metrarnar. Tíðin gjørdist ikki so góð sum fyri einum ári síðani, men við 9.00,47 var fyrsta gullheiðursmerkið í skjáttuni.

 
Rasmus fer framum á seinasta umfari…

 
…men Marnar svarar aftur við einum rimmar spurti og vinnur trygt

 
Tíðirnar á 3.000m. Á skamlinum f.v.: Rasmus T. Linderoth, Marnar og Fredrik T. Kapper

Dagin eftir var 1.500 m á skránni. Eisini her var Marnar favorittur, uppskriftin var hin sama. Tað var Marnar, sum kontrolleraði ferðina, meðan hinir royndu at hanga við. Men tá tað kemur til endaspurtin, er tað eingin, sum stendur Marnari kurl. Sum ein annar Petter Northug spurtaði hann seg rættiliga trygt til enn eitt gullheiðursmerki. Tíðin hjá honum  4.17,21 er ikki hansara besta. Frammanundan varð annars spátt, at hann hevði góðar møguleikar at taka føroysku innandurametini hjá Boga Lenvig á báðum teinunum, men turra luftin og taktiska renningin gjørdu, at tað má bíða eitt sindur enn.


Soleiðis gingu fyrstu 1.300 metrarnar í 1.500m við Marnari á odda

 
Ein dani royndi seg seinastu 200m, men enn einaferð vísti Marnar sína spurtstyrki

 
Tíðirnar á 1.500m. Á skamlinum f.v.: Kristian U. Hansen, Marnar og Viktor Rasmussen

Rebekka Fuglø, sum vann DM á 800 og 1.500 bæði innan- og uttandura í fjør, kappaðist hesaferð heldur á 1.500 og 3.000 metrum. Og sera væl gekst hjá henni. Á 3.000 metrum fyrra dagin lá hon og togaðist um plássini frá tvey til fýra. Seinastu umførini setti hon hinar av og rann seg til eitt trygt silvurmerki – bert smá 4 sekund eftir vinnaran! Tíðin hjá Rebekku gjørdist 10.36,42 min.


Rebekka var sera væl nøgd við sín fyrsta 3.000m

 
3.000m verður settur í gongd og skjótt var Caroline Christiansen greitt á odda

 
Rebekka hevur lagt seg á 2.pláss og sett sera góða endaspurtin inn. Á skamlinum f.v. Rebekka, Caroline Christiansen og Anna B. Mikkelsen

Á 1.500 metrum sunnudagin skuldi hon renna móti nøkrum sera skjótum og talentfullum gentum. Rebekka kláraði so dánt at fylgja teimum, men lá nakrar metrar aftanfyri.  Á seinasta umfarinum byrjar hon so at nærkast teimum trimum í oddinum. Rennur so heilt upp til tær, og eisini fram um tær. Tær koma tá allar fýra spurtand móti málinum. Rebekka hevur tíverri brúkt ov nógvar kreftir at koma upp, men megnar kortini at vinna ta einu, og soleiðis eisini bronsumerkið. Sera sterkt runnið. Men hevði hon kanska bíðað eitt lítið sindur afturat við spurtinum, hevði hon kanska komið enn longur fram. Ikki sørt at Rebekka iðraði seg eitt sindur aftaná. Men tíðin var sera góð! 4.43,28 uttan servenjing boðar frá góðum í summar.


So tættar vóru tær tá tær fóru um málstrikuna í 1.500m

 
Rebekka legði skilagott út. 2 umfør resta og hon setir ferð á…

 
…og fær tær aftur áðrenn seinasta umfar. Á skamlinum f.v.: Marie Mørch, Josefine Rytter og Rebekka 

Rúni Seloy vann DM-gull innandura á 800 metrum bæði í 2009 og 2010. Í fjør var hann nýliga komin fyri seg eftir skaða, og var tí ikki við. Aftur í ár var Rúni millum favorittarnar at kappast um heiðursmerkini. Taktikkurin var greiður. Tað skuldi rennast hart frá byrjan. Hann legði seg fremst beinanvegin, og koyrdi hart á. Tá eitt umfar var eftir, var bert favoritturin Mihn Kyun Cho, sum fylgdi Rúna. Tá umleið 150 metrar vóru eftir, fór hann framvið Rúna, sum tó kom á mál til silvurmerki og við nýggjum føroyskum meti, sum nú er 1.58,58 min. Sera sterk renning hjá Rúna!


Rúni sum vit kenna hann – í oddinum. Mihn Kyun Cho og Frederik Furstenberg elta hann

 
Mihn setti ein rimmar spurt inn og vann. Føroyska metið er nú 1.58,58!

 
Á skamlinum f.v. Rúni, Mihn Kyun Cho og Frederik Furstenberg. Jógvan K. Glerfoss var sera væl nøgdur við 800m hjá Rúna

Sunnudagin rann Rúni so 400 metrar. Her var hann komin í tann sterkasta riðilin, og tað kom eisini at órógva renningina hjá Rúna. Hann fylgdi rímiliga væl við fyrstu 200 metrarnar, men byrjaði so at dragna. Seinastu metrarnar áðrenn málið stívnaði hann nakað, men kom kortini heim við 54,97 sek og samlað nr. 7.


Rúni spennir avstað í besta riðlinum á 400m

Tvær gull, tvær silvur, ein bronsa og eitt føroyskt met til eitt danskt meistaraskap á vetrartíð er nógv nógv meira, enn roknast kann við. Og slíkum úrslitum eru okkara ungu nú komin heim við á hvørjum ári síðani 2008, tá Bjørk á fyrsta sinni fór til DMU. Hjartaliga tillukku við teimum frálíku úrslitunum!


Gutti var sum vera man, sera væl nøgdur við avrikini hjá Marnari og Rebekku

(Myndir: Gutti)

Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum hjá Treysti.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*