Home Altjóða luttøka Næstelsta metið reyk í Keypmannahavn

Næstelsta metið reyk í Keypmannahavn

by Hallur Holm

Marnar Djurhuus hevur hóast sín unga aldur longu verið besti føroyski langteinarennarin í góð fýra ár. Men hendan veturin hevur hann tikið seg nógv fram. Skaðarnir hava hildið seg burtur, og venjingin hevur gingið sera væl. Bara í januar rann Marnar 520 kilometrar, og flestu vikurnar síðani hava ligið “røttu” megin 100 km. Í hesi vikuni kemur dagur nummar 150 á rað við rennivenjing.

Og væl vistu vit, at Marnar kundi renna skjótt. Eftir góða úrslitið og stóra persónliga metið til FM 10 km fyri góðari viku síðani, vistu vit eisini at hann ein heilt góðan dag kanska kundi hótta føroyska metið í hálvum maraton, sum er frá kapping í Odense í 1988, tá Absalon Hansen rann 1.09.45. Hetta er næstelsta av øllum føroyskum metum. Men kanska var betur hjá Marnar  at renna trygt, og kortini fáa eitt gott persónligt met?

Tað helt Marnar nokk ikki vera neyðugt. Hann kendi seg sera væl leygardagin, tá hann saman við úti við 200 øðrum føroyingum og 30.000 øðrum rennarum var við til HM í hálvum maraton, sum fór fram í Keypmannahavnar gøtum. So væl kendi Marnar seg, at hann beint innan startin fekk kroyst seg fram millum stóru rennistjørnurnar. Hetta nokk eisini tí, at hann ætlaði at fara eftir føroyska metinum. Tí tá eitt met skal skrásetast, er tað tíðin frá tað verður skotið til komið verður á mál, sum telur. Og ikki tíðin frá tú fert um startlinjuna til tú kemur á mál, sum skipanin við chip-tíðtøku annars heldur skil á.


Marnar og Valborg fingu bæði heiðursmerki eftir 10.000 m á Bermuda, og settu bæði føroyskt met í ½ maraton sunnudagin

Bert tvey sekund brúkti Marnar at koma fram til startin. Uttan upphiting (hetta lat seg ikki gera í øllum meldrinum av fólki) helt Marnar avstað aftaná og saman við heimselituni. Rættiliga skjótt fann hann røttu ferðina. Fyrsti kilometur varð afturumlagdur uppá 3.13 min, og so var koyrdi tað bara har frá. 5 km tíðirnar vóru: 16.21 -16.15 – 16.20 – 16.27 og so teir seinastu 1,0975 km við 19 km/t! Ella tvær ferðir 10 km uppá 32.36 og 32.47! Ella næstan seks av góðu gomlu cooper-testunum út í eitt við yvir 3.600 m! Ella ein miðalferð við 18,4 km/t, svarandi til 3.15 min/km! Endaliga tíðin gjørdist 1.08.50, men metið verður so 1.08.52.

Jú, hetta var heilt ótrúliga væl runnið, og rakk væl og virðiliga til nýtt føroyskt met í hálvum maraton. Eisini millumtíðin á 20 km er undir føroyska metinum á 20 km, men enn er ikki greitt, um hetta úrslitið eisini kann galda sum 20 km met. Í kappingini endaði Marnar frammanfyri fleiri av tilmeldaðu HM-luttakrunum, m.a. tveimum av teimum trimum íslendingunum. Harafturat vann Marnar sín aldursbólk 15-19 ár. Heilar tríggjar minuttir var hann frammanfyri nummar tvey, sum var ein ungur normaður.

Nógv er enn at byggja á venjingina hjá Marnari, og hetta er neyvan seinastu ferð, at Marnar setir føroyskt met á hálvum maraton. Hetta var annars fyrsta uttandurametið hjá Marnari, men okkurt afturat kann verða tikið seinni í ár. Menningin er sera spennandi at fylgja.

FÍF ynskir Marnari hjartaliga tillukku við góða úrslitinum og góðu kappingini.’

Eisini Valborg Heinesen setti føroyskt met sunnudagin. Meira um hetta týskvøldið.

Bestu føroysku ½maratontíðir eru nú hesar:

1. Marnar Djurhuus, 1.08.50
2. Absalon Hansen, 1.09.45
3. Guttorm Sørensen, 1.10.40
4. Hallur Holm, 1.11.10
5. Albert Marni Joensen, 1.11.29

0 comment
0

Related Articles