Leygardagin vóru Føroyar á fjórða sinni umboðaðar til norðurlandameistaraskap í lendisrenning. Fyrstu trý árini høvdu vit eina kvinnu við hvørt árið. Valborg Heinesen í Reykjavík í 2014, og Marnu Egholm í Gøtuborg í 2015 og Kristiansand í 2016. Hesuferð varð mett, at ungu genturnar úr Treysti, Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, høvdu bestu møguleikarnar í stríðnum móti allarbestu norðurlendingunum.
So er sett upp til startin. Føroyar máttu deila bás við Ísland, og fingu tí bert Mariu í fremstu startrøð. Oddvør sæst aftanfyri íslendsku Andreu Kolbeinsdóttir, sum gjørdist nummar 13.
Juniorgenturnar skuldu vera undir 20 ár, so 16 ára gamla Oddvør og 15 ára gamla Maria vóru í yngra endanum, og fingu tað eisini hart móti teimum eldru og sterkaru gentunum. Sera hart var eisini at stríðast við 4,5 km renniteinin, har undirlagið var dýggjvátt sítt gras, runadýki, brekkur og ein ørgrynna av sneiðingum.
Maria í undabrekkuni. Men hált var í rununi, og nógv vóru, sum duttu í svingunum
20 gentur vóru tilsamans teknaðar til NM-kappingina, men danska vetrarkappingin var eisini partur av hesi kapping, so okkara sluppu eisini at royna seg móti breiðu donsku elituni. Hetta gav okkara gentum eina nógv betri kapping, tí móti hinum landsliðsrennarunum gjørdist einki. Maria og Oddvør komu tí í mestan mun at stríðast við danskar gentur, sum ikki vóru á landsliðnum. Maria gjørdist tilsamans nr. 27 og Oddvør nr. 32 av teimum íalt 43 rennarunum.
Oddvør stríddist væl, og tók fleiri av donsku vetrar-rennarunum
Kappingin fór fram í Middelfart í stórsligna landslagnum oman móti Fænø Sund og renniteinurin var millum smátturnar, har allir luttakararnir búðu. Hetta virkaði stak væl og kappingin var sera væl fyriskipað upp á allar mátar. Næsta ár verður NM í lendisrenning í Íslandi. Vónandi hava vit rennarar tá, sum kunnu bjóða bestu norðurlendingum av.
Eftir lokið stríð sluppu rennaranir at taka mynd saman við formanninum. Myndirnar hevur Karin Kirke Petersen tikið. Hon var eisini leiðari á ferðini
Danski triatleturin Alberte Kjær vann hesa NM-kappingina, og saman við liðfeløgunum Anna Mark Helwig og Laura Valgreen Petersen vann Danmark eisini liðkappingina.
Øll úrslitini síggjast HER