Home Altjóða luttøka NM: Marna kom ikki á mál

NM: Marna kom ikki á mál

by Hallur Holm

Samstundis sum heimligu vetrarrennararnir runnu fyrsta umfar av TF Vetrarkappingini Runt Agnið leygarmorgunin, var Føroya í løtuni besti rennari, Marna Egholm, í Gøteborg, har hon umboðaði Føroyar til norðurlandameistaraskapið í lendisrenning. Frammanundan var greitt, at hetta var stak trupul uppgáva hjá Marnu, sum hevur vant til og runnið maraton í september. Fyrri partur av oktober varð mest nýttur til restitutiónsvenjing, og sera lítil tíð hevur verið at fyrireika seg til hesa uppgávuna.

NM Marna start
Beint undan startinum. Marna nummar tvey frá vinstru (mynd: Kim Gudmand)

Tað var tí als ikki óvæntað, at Marna kom at stríðast á halanum. Rennast skuldu 5 umfør á 1,5 km, tilsamans 7,5 km. Eftir fyrsta umfar var hon beint aftan fyri donsku Zeniu Mogensen og tvær svenskar og beint frammanfyri eina finska. Marna kempaði væl, og dragnaði spakuliga á aftasta plássi. Nakað eftir 5 km, steig Marna harðliga niður á ein stein, og merkti ógvusliga pínu upp gjøgnum allan kropping. Hetta gjørdi, at hon valdi at gevast. Tá hon gavst vóru um 20 sekund fram til donsku og svensku kvinnurnar, sum nú lógu á halanum.

Marna NM
Fyrsta umfar. Marna er enn framman fyri finsku kvinnuna, sum annars rann seg nøkur pláss fram (mynd: Kim Gudmand)

Tað er stórur munur á at renna maraton og so at renna eina so intensa 7,5 km lendisrenning. Marna fer nú aftur undir miðvísa venjing fram móti enn einari betring á maratonteininum. Hon sigur seg tó vera sinnaða at fara aftur til NM í lendisrenning, og vit vóna sjálvandi, at hon ikki verður hin einasta.

Á úrslitasíðuni stendur, at Marna er komin á mál við tíðini 33.00. Hetta er tó ikki rætt.

Úrslitalistin sæst her, og her kunnu millumtíðirnar hjá øllum rennarunum eisini síggjast: Úrslit NM Lendisrenning

Merkini veittra
Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt. Høvini hjá okkum at vísa Merkið eru ikki so mong, men NM-kappingarnar í lendisrenning og 10.000 m renning hava so verið høvi, har vit hava roynt at vísa Merkið. (mynd: Kim Gudmand)

 

0 comment
0

Related Articles