Home Altjóða luttøka Nógvir føroyingar til Stórmót IR í Reykjavík

Nógvir føroyingar til Stórmót IR í Reykjavík

by Hallur Holm

Hetta vikuskiftið fer talentbólkurin til stóru innandurakappingina Stórmót IR, sum fer fram í glæsuligu høllini í Laugardalinum í Reykjavík. Kappingingarnar verða  bæði leygar- og sunnudagin og okkara ungdómar fara at renna tveir og tríggjar ymiskar teinar. Tey sum fara við eru: Regin Joensen, Hans Jacobsen, Fríði Hammer, Elsa Berg og Dánjal Jákup Niclasen, øll úr Bragdinum.


Talentbólkurin avmyndaður uttanfyri Hotel Ørkin beint eftir at tey komu til Reykjavíkar.
F.v. Hans Jacobsen, Fríði Hammer, Dánjal Jákup Niclasen, Regin Joensen, Guttorm Sørensen og Elsa Berg

Regin, Hans og Dánjal Jákup luttaka í bólkinum dreingir 15-16 ár (Sveinar 15 – 16 ára), Fríði luttekur í bólkinum dreingir 14 ár (Piltar 14 ára) og Elsa luttekur í bólkinum gentur 14 ár (Telpur 14 ára).

Skráin hjá teimum sær soleiðis út:

Leygardagur 23. Januar:
Kl. 14.10   60m         Elsa Berg
Kl. 14.40   60m         Fríði Hammer
Kl. 15.10   60m         Dánjal Jákup Niclasen, Regin Joensen og Hans Jacobsen
Kl. 15.40   800m       Dánjal Jákup Niclasen, Regin Joensen og Hans Jacobsen
kl. 16.10    800m       Elsa Berg
kl. 16.40    800m       Fríði Hammer

Sunnudagur 24. Januar:
kl. 11.00   200m      Fríði Hammer
kl. 12.30   200m      Elsa Berg
kl. 13.30   400m      Dánjal Jákup Niclasen, Regin Joensen og Hans Jacobsen

Okkara ungu úr talentbólkinum verða ikki einsamallir føroyingar í Íslandi. Afturat teimum fara seks rennarar úr Treysti og 11 íðkarar úr Hvirluni at royna seg móti Íslendingunum. Tilsamans eru 756 íðkarar tilmeldaðir í 2.611 startum.

Ferðalagið, sum fer at búgva á Hotel Ørkin, fer avstað fríggjadagin, og tey koma aftur mánadagin. Leiðari á túrinum verður  Guttorm Sørensen.

Á leinkjuni niðanfyri ber til at lesa meira um Stórmót ÍR.

http://mot.fri.is/cgi-bin/ibmot/timesedillib1315.htm

Heimasíðan hjá Frjálsíþróttasamband Íslands er: www.fri.is

0 comment
0

Related Articles