Home Altjóða luttøka Nógvir føroyingar renna Berlin Marathon sunnumorgunin

Nógvir føroyingar renna Berlin Marathon sunnumorgunin

by Hallur Holm

Eg kann ikki vita tað, men eg vil sleppa at gita tað. Fáar munnu tær tjóðirnar vera, sum hava fleiri maratonrennarar pr íbúgva enn Føroyar. Afturat teimum umleið 60, sum runnu Tórshavn Maraton, plaga umleið líka nógvir at renna í Keypmannahavn. Í ár hava eisni fleiri føroyingar runnið í New York, Reykjavík og Stokkhólmi. Sunnudagin er so kempustóra Berlin Marathon á skránni, og aftur í ár eru nógvir føroyingar við.

Við at leita eitt sindur á startlistanum, havi eg funnið hesar føroyingarnar:

Gudny Akralíð, Róar Akralíð, Árni Arge, Finnbogi Arge, Borgar Biskopstø, Karin Kirke Petersen, Katrin Danielsen, Jákup Egholm Hansen, Valborg Heinesen, Alex Hentze, Laila Súsanna Jacobsen, Súni Jacobsen, Sondy Johansen, Súni Lamhauge, Eyðfinn Olsen, Henry Olsen, Rúni Jákupsson, Rosely Reynstind, Dan Michael Knudsen og Susan Jacobsen. Tað er uttan iva fleiri aðrir føroyingar við, sum ivaleyst eru skrásettir sum danir. Teir eru vælkomnir at gera vart við seg her undir viðmerkingar.


Okkara kæri ríkisumboðsmaður, Dan Michael Knudsen, verður eisini við í Berlin. Her førir hann flokkin á sundalagsstevnuni í summar.

 Super-rennarin Joan Bláfoss stendur eisini á startlistanum, men av tí at hon hevur havt eitt troyttheitsbrot í øðrum fótinum, hevur hon útsett sítt fyrsta veruliga maraton til oktober, tá hon fer at renna í Frankfurt. So vit mugu bíða ein mánaða afurat eftir einum møguligum nýggjum føroyskum meti. Ikki tí. Valborg Heinesen, sum vann kvinnurenningina, kann eisini renna skjótt, og við røttu venjingini kann eisini hon nærkast metinum hjá Rigmor N. Arge, sum er 3.09.09. (4.29 pr km) 

Í dag var Shetland Marathon, og mín sann um ikki eisini tríggir føroyingar vóru við har. Teir vóru Fríðrikur Bláhamar, Henrik Kølleskov og Herluf Jacobsen. Av teimum trimum fekk Herluf bestu tíðina, sum var 3.29. Henrik fekk 3.47 og Fríðrikur 4.26. Teir vóru allir sera nøgdir við kappingina.


Herluf Jacobsen setti pr við 11 minuttum  í Hetlandi í dag!

Eurosport sendir alla renningina live kl. 8.00 sunnumorgunin.

FÍF ynskir øllum føroyingunum eina góða ferð. Í flogførum, bussum, bilum, tokum men ikki minst úti á rutuni! Góða eydnu øll somul.

PS: Henry Olsen hevur lovað at skrivað eitt sindur um sína ferð her á renn.fo – tað verður hot stuff!


Henry Olsen fer ikki bara at renna í Berlin – hann fer eisini at skriva 🙂

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Hallur 24.09.11 - 23:59

Tað er altso kl. 10.00 at renningin byrjar – orsakið!

Comments are closed.