Home Altjóða luttøka Nýggju persónlig met í nýggju kappingum

Nýggju persónlig met í nýggju kappingum

by Hallur Holm

Tað gekk heilt óvanliga væl í renningini fyrsta dagin á VU Spelen. 600 og 800 metrar vóru á skránni, og dagurin endaði við einum 3.000 metri hjá Valborg. Maria Biskopstø var hin fyrsta á breytini til 600 m kapping. Hon var endað í B-finaluni hjá gentum 12 ár. Her gekk tað við fullari ferð frá fyrsta feti í beinharðari kapping allan vegin. Her bleiv hon nummar fimm við 1.51,38 og persónligt met við umleið trimum sekundum. Samanlagt gjørdist Maria nummar 15.

maria oddvor
Maria Biskopstø                                                                   Oddvør Josephsen

Hjá gentum 13 ár høvdu vit Oddvør Josephesen og Elisabet Holm Simonsen við. Oddvør var í sterku A-finaluni, har hon veruliga fekk at merkja hvat topprenning er. Fyrstu 10-15 metrarnar fekk hon tvær óreinar takklingar, og so lá hon á halanum. Haðani royndi hon av øllum alvi at stríða seg fram, men mátti taka til takkar við næstseinasta pláss, hóast hon rann sína bestu uttanduratíð. Samanlagt gjørdist hon nummar 12. Elisabet rann í B-finaluni, har hon teir fyrstu 400 metrarnar rann á halanum. Men í einum sera góðum endaspurti rann hon seg fram í miðjuna, og við tíðini 1.50,22 min rakk tað til nýtt persónligt met.

elisabet
Elisabet H. Simonsen

Pauli Høj og Andreas B. Antoft vóru við hjá dreingjum 12 ár á 600 m. Pauli í A-finaluni og Andreas í B-finaluni. Í einari sera sterkari kapping, stríddi og strevaði Pauli seg fram til sættaplássið. Við tíðini 1.44,37 min eydnaðist Paula at kuta trý sekund av síni bestu tíð. Riðilin hjá Andreasi var eisini javnur, og nógvir fylgdust heilt til 400 m. Andreas lá nakað aftarlaga tá, men við einum rúkandi endaspurti tók hann allar uttan ein. Samlað gjørdist Andreas nummar 10, og tíðin – 1.46,48 – er so nógv tann besta, hann hevur runnið.

pauli andreas
Pauli Høj                                                                                   Andreas B. Antoft

So var 800 m á skránni, og Steingrímur Hallsson skuldi royna seg í C-finaluni hjá dreingjum 16-17 ár. Fyrsta umfarið var eitt sindur skjótari enn ætlað, men hetta kom ikki at bila so nógv. Javnt var allan vegin, og heilt fram á málið var onkur at renna eftir. Tíðin hjá Steingrími støðgaði á 2.03,36 min, sum røkk til eitt samlað 25. Pláss og persónligt met við umleið trimum sekundum.

steingrim
Steingrímur Hallsson

Tvey sterk kort høvdu vit eisini við á 800 m hjá gentum 15 ár. Katarina, sum í fjør vann bronsu hjá G14, var aftur í ár styrkismett til A-finaluna. Her gjørdist hon eisini partur av heiðursmerkjastríðnum, men mátti at enda taka til takkar við fimta pláss. Tíðin bleiv 2.17,61 – nakrar 1/10 betri enn tíðin í fjør, tá hon setti føroyskt met, sum tó bert slapp at standa eitt samdøgur.

katarina
Katarina Høj

Karin Holm Simonsen hevur tikið seg almikið fram í vetur og vár, og hevur bøtt væl um síni úrslit á stuttu teinunum. Og í dag kom so frambrotið á 800 m, tá hon so ruddiliga vann B-finaluna. Við frálíku tíðini 2.23.01 min snýtti hon eisini meginpartin av rennarunum í A-finaluni, og gjørdist samlað nummar 7! Karin bøtti sítt persónliga met við 4-5 sekundum!!

karin
Karin H. Simonsen

Okkara seinasti rennari á breytini í kvøld var Valborg Heinesen, sum fyri fyrstu ferð skuldi royna seg á 3.000 metrum. Stytsti teinur hon annars hevur kappast í á breyt er 10.000 m. Heilir 22 rennarar vórðu sendir avstað samstundis. Valborg kom at liggja í einum stórum felti heldur aftarlaga. Eftir góðan hálvan tein byrjaði hon at ota seg longur fram, og á málinum var hon nummar nýggju við tíðini 10.21,24 min., sum er eitt frálíkt úrslit í fyrstu royndini.

valborg
Valborg Heinesen

Sostatt fingu vit nýggju persónlig met í nýggju rennikappingum fríggjadagin. Leygardagin halda kappingarnar á fram og tá fara okkara spurtarar eisini at royna seg.

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Fríđrikur 28.06.14 - 07:37

Frálíkur lesnađur 🙂

Comments are closed.