Home Altjóða luttøka Og hesi vóru heiðursmerkini….

Og hesi vóru heiðursmerkini….

by Hallur Holm

Heili 33 heiðursmerki vunnu føroyingarnir í Stórmót IR kappingini um vikuskiftið. Vit eru eftir hondini so von við, at miðteinarennararnir hjá Treysti standa seg væl, og tað gjørdu teir aftur í ár. Tað sum er so ótrúliga gleðiligt er, at okkara spurtarar nú vísa so dygg framstig. Heili 14 av okkara heiðursmerkjum komu á 60 m, 60 m rim og á 400 metrum. (løgið nokk einki á 200 m)

Eiri rimarenning – trýst á slóðina, og hygg eftir frálíka rimateknikkunum hjá Eira, sum bæði vann gull á 60 metrum og í longdarlopi. Her spurtar hann móti eldri dreingjum.

teresa 200m
Teresa Bláhamar vann ikki heiðursmerki í spurtinum, tó hon hevur tikið seg nógv fram. Hon vann kortini silvur í hæddarlopi.

Tað var ein sonn fragd at síggja okkara ungu spurtar við góðum teknikki og góðum frekvensi, og ikki minni fragd var at síggja stríðsviljan í langspurtinum. At spurtararnir hava tikið seg nógv fram sæst eisini í úrslitunum í longdarlopi, har vit fingu trý heiðursmerki umframt trý í trístøkki og tvey í hæddarlopi.

Samlaða yvirlitið av heiðursmerkju sær soleiðis út:

Gullheiðursmerki:
Eiri Glerfoss, Dr. 12 Bragdið, 60 m, 8,84 sekund
Jónas Isaksen, Dr. 12, Bragdið, 600 m, 1.48,47 min
Eiri Glerfoss, Dr. 12, Bragdið, longdarlop, 4,44 m
Andreas Bjarnastein Antoft, Dr. 15, Bragdið, 400 m, 57,84 sekund
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Ge 20-22, Bragdið, trístøkk, 10,21 m
Julian Gregersen, Menn, Treysti, 1.500 m, 4.05,70 min (føroyskt met)
Julian Gregersen, Menn, Treysti, 800 m, 1.59,11 min
Maria Biskopstø, Ge. 15, Treysti, 800 m, 2.20,32 min
Maria Biskopstø, Ge. 16-17, Treysti, 3.000 m, 11.11,89 min
Óluva Allansdóttir Joensen, Ge. 15, Treysti, kúluvarp, 11.45 m
Oddvør Josephsen, Ge 16-17, Treysti, 800 m, 2.25,70 min
Rebekka Fuglø, Kvinnur, Treysti, 800 m, 2.15,47 min
Rebekka Fuglø, Kvinnur, Treysti, 1.500 m, 4.43,82 min

IMG_0515
Jónas Isaksen t.v. og Eiri Glerfoss í miðjuni bera boð um spennandi tíðir. Teir vunnu gull og silvur í bæði 60 m og longdarlopi. Harumframt setti Jónas alla mótstøðu til viks á 600 m. Hóast teirra unga aldur, 12 ár, eru teir longu garvaðir kappingarmenn, og hava íðkað frælsan ítrótt í fleiri ár. 

maria 800-1
Tvey gullmerki til Mariu Biskopstø – hon setti eisini meistaraskapsmet í báðum sínum kappingum!

Silvurheiðursmerki
Jónas Isaksen, Dr. 12, Bragdið, 60 m, 8,95 sekund
Jónas Isaksen, Dr. 12, Bragdið, longdarlop, 4,28 m
Hans Erland Thomsen, Dr. 14, Bragdið, 800 m, 2.20,19 min
Andreas Bjarnastein Antoft, Dr. 15, Bragdið, 60 m, 7,75 sekund
Andreas Bjarnastein Antoft, Dr. 15, Bragdið, hæddarlop, 1,72 m
Teresa Bláhamar, G16-17, Bragdið, hæddarlop, 1,42 m
Oddvør Josephsen, Ge 16-17, Treysti, 400 m, 60,50 sekund (føroyskt met)
Dánjal Dahl Ljósheim, Dr. 16-17, Hvirlan, 800 m, 2.08,48 min
Edna Maria Debes, Ge 20-22, Hvirlan, trístøkk, 9,69m

Stórmót 2017 Óluva
Óluva Allansdóttir Joensen vann gull í kúluvarpi. Hetta var einasta heiðursmerki í kúluvarpi, sum eisini er einasta kastigrein á Stórmót IR.

Bronsuheiðursmerki
Miso Buha, Dr. 14, Bragdið, 60 m, 8,04 sekund
Hans Erland Thomsen, Dr. 14, Bragdið, longdarlop, 5,08 m
Silas Wang, Dr. 15, Bragdið, 400 m, 63,06 sekund
Xavier Magalhaes, Dr. 16-17, Bragdið, trístøkk, 12,06 m
Unna Ró Jacobsen, Ge. 15, Bragdið, 400 m, 64,33 sekund
Elisabet Holm Simonsen, Ge. 16-17, Bragdið 60 m, 8,22 sekudn (føroyskt met)
Elisabet Holm Simonsen, Ge. 16-17, Bragdið 400 m, 64,06 sekund
Birita Ryan, Ge 15, Treysti, 60 m, 8,45 sekund
Dánjal Dahl Ljósheim, Dr. 16-17, Hvirlan, 400 m, 56,51 sekund
Børka Berg Jørgensen, Ge. 13, Hvirlan, 60 m, 9,02 sekund
Børka Berg Jørgensen, Ge. 13, Hvirlan, 60 m rimarenning, 11,32 sekund

Eisini var føroyskt met til Margit Weihe Fríðmundsdóttir úr Bragdinum, sum gjørdist nr. 4 á 200 m fyri kvinnur. Nýggja metið er 27,25 sekund.

Stórmót 2017 Dánjal og Hans
Dánjal Dahl Ljósheim hevði eitt fram úr vikuskifti við bæði silvur og bronsumerki. Her hevur hann Hans Sivetsen uppá sleip

0 comment
0

Related Articles