Eftir at hava sett føroyskt met á 3.000 metrum fríggjakvøldið og á 1.500 metrum leygardagin, skuldi Bjørk Herup Olsen sunnukvøldið renna 800 metrar. Metið á 800 metrum eigur Bjørk sjálv, men er tað longu blivið tvey ára gamalt. Og hóast nógvar royndir hava verið gjørdar at endurnýggja metið er tað enn ikki eydnast. Hetta kanska mest tí at venjingin er vorðin meira málrættað til teinar frá 1.500 og uppeftir.

Bjørk klár at byrja 800m
Hon lá á øðrumplássið eftir fyrra umfarið
00 ella 01 – met er met og Bjørt kann fegnast um at tað loksins eydnaðist at vinna enn eitt gott sekund av hennara tíð á 800 m. Í vetur setti Bjørk føroyskt innandura met á 1.500 og 3.000 metrum. Í summar hevur hon betrað føroysku metini á 800, 1.500, 3.000 og 5.000 metrum umframt at hon hevur sett persónligt met á 5 og 10 kilometrum.


Bjørk kemur her spurtandi alt tað hon er ment og setir sítt triðja føroyska met í tríggjar dagar
Eftir summarfrítíðina fer Bjørk at fáa aðrar og heilt nýggjar avbjóðingar og møguleikar. Tá flytur hon tvørtur um hav til North Carolina, har hon skal ganga á universiteti. Eisini er avtalað, at hon kemur at renna fyri universitetið, har eisini aðrir topprennarar umframt venjarar eru. So tað skal vera løgið, um ikki Bjørk eisini í framtíðini fer at seta nógv nýggj met.
Ein fegin Bjørk eftir 800m renningina