Pallas 2. dagur – Alda sítt næsta PM

Skrivað hevur

Annar dagur á Pallas Spelen hevði tríggjar 200 metrar og ein 800 metur at bjóða. Tólv riðlar vóru hjá gentum 17 ár, har vit høvdu umboðan av Teresu F. Bláhamar og Elisabet Holm Simonsen. Fyri einari viku síðani runnu tær 200 metrar í Reykjavík, og komu tá einsamallar í sama riðil. Hesuferð runnu tær í riðli seks og átta av teimum 12 riðlunum. Fyrst var tað Elisabet. Hon var sera skuffað av tíðini 28,66 eina viku framman undan, og vildi prógva, at hon kundi renna skjótari enn tað.

Elisabet vann ein spennandi riðil, og rann 28,09, sum tó framvegis er nakað seinni enn hennara besta tíð. Teresa vann á Elisabet í Reykjavík, og var vónin tí at hon kundi renna undir 28 sekund. Men hendan dagin fekk Elisabet betra úrslitið. Tíðin hjá Teresu, sum eisini rann í einum jøvnum og spennandi riðli, gjørdist 28,25 sekund

Pallas Spelen 2018 Elisabet og Teresa
Bragdarvinkurnar Teresa og Elisabet avmyndaðar stutt eftir 200 metra renningina.

So átti Alda tørn. Hon rann við kvinnubólkinum, sum eisini taldi 12 riðlar. Við persónligum meti dagin fyri á 60 metrum, var eingin ivi um, at ferðin skuldi verið í lagi til eina góða tíð. Eisini Alda kom at renna í einum sera jøvnum riðli, har hon í einum spennandi spurti kom fyrst um málstrikuna. Og fegin var Alda, tá hallarurið støðgaði á 27,40 sekundum, sum er tað skjótasta hon hevur runnið. Tíðin bleiv enntá rættað til 27,38 sekund og er bert 13/100 sekund frá føroyska metinum.

Tíðin hjá Aldu er eisini væl skjótari enn hon hevur runnið uttandura, og er hetta sera gott tekin um eitt spennandi summar. Alt í alt kann Alda vera sera vælnøgd við úrslitini hetta vikuskiftið. Sum tann einasta setti hon persónligt met, og so blivu tað enntá tvey.

Pallas Spelen 2018 Alda
Alda á fjórðu geil uttast spennir avstað á 200 metrum. Úrslitið gjørdist eitt stórt persónligt met!

Seinasta at kappast á breytini var Rebekka á 800 m. Tíðin hjá okkum gjørdist sera knøpp, so vit máttu fáa Rebekku at renna í fyrsta riðlinum, hóast hon átti at renna í skjóta finaluriðlinum. Úrslitið var at Rebekka kom at renna einsamøll á odda allan vegin. Klokkan støðgaði á 2.22,37, sum er langt frá bestu tíðunum hjá Rebekku. Samanlagt gjørdist talan um 10. pláss. Sum nevnt í hinari greinini er Rebekka komin aftur av fjakkaraferð, og toppformurin er enn nakað burturi. Men nú er Rebekka so komin í gongd aftur, og hon sær fram til eitt spennandi kappingarár, har framgongdin seinastu árini skal halda fram.

Pallas Spelen 2018 Rebekka 800
Longur eftir 400 metrar er stórt glopp aftur til nr. 2 og ein heimur aftur til hinar. 

Saman við ungdómslandsliðnum fer landsliðið aftur til VU-spelen í summar. Arbeitt verður eisini við øðrum uppgávum fyri landsliðið.

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*