Pól Sundskarð rennur 7 maraton uppá eina viku!

Skrivað hevur

Í skrivandi løtu er Pól Sundskarð í ferð við at leggja seinastu kilometrarnar av triðja maratonteininum uppá tríggjar dagar afturum. Komandi fýra dagarnar skal hann mín sann renna heili fýra maraton afturat!

Tað eru nøkur ár síðani at Pól trein inn á rennipallin, og manga orrustuna hava hann og hansara kappingarneytar í veteranbólkinum havt. Men spakuliga er hugurin hjá Póli farin yvir til tað sum rópast ultra-maraton. Og fyrsta upplivilsið innan hesa grein fekk Pól seinasta summar á Bornholm, tá hann rann runt oynna – 100 kilometrar –  uppá góðar 10 tímar.

Nú er Pól so aftur á Bornholm til ultra-maraton tiltak, har hann skal renna heili sjey maraton uppá 6 dagar. Á heimasíðuni hjá Norðlýsinum er grein skrivað um hetta, og á heimasíðuni hjá Treysti ber til at lesa dagbók, sum Pól skrivar hvønn dagin. Eisini er ein krøkja, har til ber at fylgja renningini live. Tað merkir, at vit kunnu síggja hvussu langt hann er komin hvønn dagin, hvat nummar hann er, og hvussu skjótt hann rennur hvørt umfarið.

Renn.fo ynskir Póli alla góða eydnu. Og nú hundurin tykist hálvbardur er ikki so langt heim!

Krøkja til grein í Norðlýsinum: http://www.nordlysid.fo/Default.aspx?ID=22&Action=1&NewsId=2437

Dagbók og krøkja til at fylgja við live: http://www.treysti.fo/index.php?page=396

Comments are closed.