Rebekka Fuglø í finaluna við føroyskum meti!

Skrivað hevur

Í dag var innleiðandi umfarið á 800 metrum hjá kvinnum runnið, og Rebekka Fuglø var ein av 12, sum skuldi vinna sær sæti millum tær 8, sum skulu renna finalu í annaðkvøld. Býtt var sundur í tveir riðlar við 6 rennarum í hvørjum. Tríggjar tær fremstu og so tvær tær bestu tíðirnar afturat komu víðari í finaluna. Rebekka rann í fyrra riðilinum. Mótstøðan var bæði jøvn og hørð, og væntandi skuldi Rebekka renna av lívsins kreftum fyri at koma eitt fet nærri heiðursmerkjastríðnum í finaluni.


Rebekka lá væl fyri tá tær fóru undir seinna umfarið eftir umleið 69 sekund

Startskotið gekk, og tær hildu avstað. Ferðin var rættiliga høg teir fyrstu 200 metrarnar, og Rebekka hevði eini 33 sekund á 4. plássi. Tá klokkan ringdi tær út á seinna umfarið var støðan óbroytt, og millumtíðin hjá Rebekku var uml. 69 sekund. Støðan var tann sama líka til 250 metrar vóru eftir. Á júst sama staðið, har Marnar byrjaði sín spurt í 5.000 metra kappingini, setti eisini Rebekka ferð á, og fór fram við øllum teimum trimum kvinnunum, sum vóru frammanfyri. Harðliga elt helt hon leiðsluna runt bogan, og oman móti mállinjuni sluppu tær tríggjar leysar, og høvdu tí ikki fyri neyðini at kroysta tað allarseinasta burturúr sær.

Rebekka kom á mál sum nr. 3, og tíðin 2.19,58 rakk til nýtt føroyskt met á 800 metrum hjá kvinnum. Metið frammanundan átti Bjørk Herup Olsen. Tað var 2.20,01 og var sett í Gøtuborg seinasta summar.


Rebekka kemur um málstrikuna á tryggum 3. plássi við 2.19,58 min. sum er føroyskt met og finalupláss

Í seinna riðilinum var runnið eitt lítið sindur skjótari. Har var eisini sera javnt allan vegin, og tað endaði við at 5 úr seinna riðilinum komu í finaluna. Tað merkir so, at Rebekka hevur ta veikastu tíðina í finaluni. Men talan er bert um 2 sekund millum allar tær 8 í finaluni, og tá vit hugsa um, at Rebekka hevði meira at geva, er tað við størsta spenningi, at vit bíða eftir finaluni, sum verður í annaðkvøld (hóskvøldið).


Rúni, fremstur á myndirni,  bíðar eftir startskotinum á 400m

Innleiðandi umfarið á 400 metrum hjá monnum var eisini um middagsleitið. Her høvdu vit okkara unga 800 metra rennara Rúna Seloy við. Rúni rann ikki nakra góða kapping í dag, og var eitt fitt petti frá sínum besta. Tíðin hjá honum varð 53,36 sekund, og tað merkir at oyggjaleikirnir eru lidnir hjá Rúna.


Rúni, miðskeiðis á myndiri, á veg á mál við 53,36 sekund

Í kvøld rennur Bjørk Herup Olsen 10.000 metrar

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*