Rebekka Fuglø tvífaldur danmarksmeistari – Marnar Djurhuus bronsu!

Skrivað hevur

Leygar- og sunnudagin vóru størstu profilarnir hjá Treysti við í danmarksmeistarakapping fyri ung í Odense. Tey hava bæði havt eitt langt langt kappingarár, har oyggjaleikirnir hava verið størsta avbjóðingin. Kortini var málið hjá báðum tveimum at vinna heiðursmerki og at renna upp til sítt allarbesta!

Leygardagin runnu tey 1.500 metrar. Bert tvær gentur vóru í bólkinum 18-19 ár, so tær runnu samstundis sum bólkurin 20-22 ár. Men her var lítið at gera hjá teimum donsku gentunum. Rebekka rann langt undan øllum, og kom á mál við fínu tíðini 4.47,50 sum er 4 sekund verri enn tíðin hon rann á oyggjaleikunum. Hetta gjørdist sostatt til DM-gull og bleiv eisini besta 1.500 metra tíð yvirhøvur.

Marnar var í harðari kapping við tríggjar aðrar, men tá tað restaðu 600 metrar, bleiv so mikil trokan, at tað endaði við, at Marnar lá úti í grasinum. Og har varð hann liggjandi. Hetta var sera harmiligt, tí fyri tað fyrsta sá hann út til at vinna heiðursmerki, og fyri tað næsta lá hann til at seta eitt gott persónligt met. Hetta er aðru ferð í ár, at Marnar er kollrendur undir kapping. Fyrru ferðina var á 800 metrum í Malmø í februar.

Í dag skuldi Rebekka renna sín yndistein, sum er 800 metrar. Føroyska metið eigur Rebekka sjálv, og setti hon tað á oyggjaleikunum á Isle of Wight í summar, tá hon rann 2.19,07. Heilar tríggjar ferðir í ár hevur hon runnið 2.19! Í dag tók hon leiðsluna eftir fyrsta svingið, og rann við perfektari ferð teir fyrstu 400 metrarnar við hinum stríðandi aftanfyri. Hinar tóku beinanvegin at dragna, tá seinna umfarið byrjaði, men Rebekka helt ferðina væl. Munurin øktist og øktist allan vegin á mál, Rebekka kom langt fremst á mál og vann við tíðini 2.18,32, sum er nýtt føroyskt met! Sostatt gjørdist Rebekka tvífaldur danmarksmeistari og fekk bøtt sítt føroyska met á 800.

Marnar skuldi renna 5.000 metrar í dag. Tað var á hesum teininum, at hann leyp hvøkk á fólk, tá hann á oyggjaleikunum púra óvæntað vann bronsumerkið. Tíðin ta ferðina var 15.56 min. Aftur í dag gjørdist talan um bronsumerki, men í øllum regninum og torusláttrinum eydnaðist tað honum at betra sítt persónliga met og bólkamet til 15.45,12!

athletics.fo ynskir teimum báðum og venjaranum  hjartaliga tillukku!


Rebekka Fuglø umboðandi Vejle IF til DM-U 2010. Í ár gjørdist hon tvífaldur DM-vinnari!

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*