Rebekka gjørdist danskur meistari í 1.500m

Skrivað hevur

Um vikuskiftið varð DM í frælsum ítrótti hildið á Odense Atletikstadion. Rebekka Fuglø, Oddvør Josephsen, Maria Biskopstø úr Treysti og Tórur Mortensen úr Hvirluni luttóku.

1.500m
Ellivu kvinnur vóru í finaluni og av teimum hevði Rebekka fjórðbesta persónliga metið. Men tá talan er um meistaraskap, so er tað ikki persónliga metið sum telur. Kappingin um DM er altíð hørð og favorittar var vóru m.a. Anna Mark Helwigh (Sparta) og Maria Larsen (Sparta), sum báðar eru á danska landsliðnum og so norska Julie Mathiesen (AGF). Longu eftir fyrsta umfar vóru tað júst hesar tríggjar umframt Louise Høj Jensen úr AGF og Rebekku, sum løgdu seg greitt á odda. Julie lá á odda til tað restaðu 300 metrar. Tá fór Anna Mark framvið henni, men Rebekka, sum lá á triðjaplássi, gjørdi ikki mætari enn at fara framvið teimum øllum tá einir 250 metrar vóru eftir og legði seg greitt á odda við einum rimmar spurti, sum helt heilt á mál. Tað var heilt fantastiskt at sígga endaspurtin hja henni.


Rebekka danskur meistari í 1.500m við tíðini 4.29,62 min. (fø.met) (mynd: Lone Dybdal)

Millumtíðirnar ávegis bendu ikki á at metið fór at blíva tikið. Men seinasta umfar rann hon so mikið skjótt, at tað kortini rakk til føroyskt met og fyri fyrstu ferð rann hon undir 4.30 min. uttandura. Tíðin bleiv 4.29,62 min.

400m
Næsta kapping var 400m hjá Oddvør og Mariu. Tær hava mangan hava luttikið í DM fyri ung, men nú skuldu tær fyri fyrstu ferð skuldu royna seg í DM fyri vaksin. Tær hava báðar sett persónlig met fyrr í summar og runnu tá ávikavist 60,32 sek. og 60,37 sek.

Maria rann í fyrra riðlinum og kom næst á mál við 61,07 sek. Oddvør var komin í betra riðilin við átta rennarum og bleiv hon nummar átta við 62,25 sek. Men tað skal tó nevnast, at Oddvør lá fepuri beint áðrenn tær fóru til DM og tað hevur heilt vist ávirkað renningina hjá henni. Men væl runnið av teimum báðum kortini.


Maria rennur her 400m (mynd: Lone Dybdal)

Tórur, sum vit kenna best sum trístøkkara, hevur runnið skjótar tíðir í spurtteinum í ár. Hann var við í fyrra riðilinum, men hann mátti tíverri longu geva seg eftir góðar 100m vegna skaða. Eftir ætlan skuldi hann eisini renna 200m sunnudagin, men tað bleiv avlýst.

Til FM vikuskiftið frammanundan darvaði hetta honum eisini nakað.

800m innleiðandi
Góðar tveir tímar eftir meistaraheitið í 1.500m, so skuldi Rebekka renna innleiðani umfar í 800m. 15 kvinnur í tveimum riðlum, skuldu kappast um átta finalupláss. Hon kom í fyrra riðilin, har hon lættliga gjørdist nummar tvey við tíðini 2.16,55 min. og harvið finalupláss dagin eftir.

800m finala
Sunnudagin kl. 13.00 vóru tær átta kvinnurnar klárar. Harímillum var favoritturin og OL-luttakarin Anna Emilie Møller (Blovstrød Løverne). Eftir fyrra umfar lógu tær sera javnar, og bleiv runnið uppá 65-66 sek av Rebekku, sum lá á fimta plássi. Tá tað restaðu einir 250m byrjaði ferð at koma á.Tá tær komu inn á teir seinastu 100m legði Anna Emilia seg á odda og helt á mál. Rebekka helt sítt fimtapláss og rann sína næstbestu tíð nakrantíð á teininum. Tíðin varð so góð sum 2.11,76 min. Vinnarin hevði 2.09,67 min. og bronsuheiðursmerkið bleiv vunnið við 2.10,99.

5.000m
Bert 45 minuttir eftir hon var komin á mál í 800m finaluni, skuldi Rebekka renna 5.000m, sum hon vildi gjarna renna undir 18 minuttir. Hetta var hennara fjórða kapping í eitt døgn, so tað skuldi gangast sera væl um tað skuldi náðast. Tað gjørdi tað næstan tí hon rann teinin uppá 18.08,57 min. sum er nýtt persónligt met hjá henni. Hon bleiv nummar 11 av 15 kvinnum.

Á hesi leinkjuni sást endaspurturin hjá Rebekku í 1.500m. Hetta bleiv víst mánakvøldið 27. august í ítróttarsendingini “3-2” hjá KVF:  Rebekka Fuglø er danmarkarmeistari

Leinkja til øll úrslitini er her: DM • 2018 Aug 24 – Aug 26 • Odense Atletikstadion • Odense

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*