Rebekka gott úrslit í NM í lendisrenning

Skrivað hevur

Leygardagin var Rebekka Fuglø úr Treysti okkara umboð í NM í lendisrenning, sum bleiv hildið í Reykjavík. NM í lendisrenning er ein av fáu møguleikunum, sum íðkarar í frælsum ítrótti hava, at umboða “Merkið”. Kappingin verður hildin á hvørjum árið í november í einum av norðanlondunum.

Seinasta ár vóru tað Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø, sum luttóku í juniorbólkinum. Í ár var tað so Rebekka, sum luttók í senior-bólkinum. Rebekka hevur runnið væl alt árið og tí var spennandi at fylgja henni í NM.

At renna lendisrenning ímóti nøkrum av bestu kvinnunum úr hinum norðurlondunum er ein torfør uppgáva, men Rebekka rann væl – sera væl. Teinurin hjá kvinnunum var umleið 1,5 km, sum skuldi rennast fimm ferðir tvs. 7,5 km íalt. Sum væntað so vóru tær fýra norsku og svensku allar frammanfyri, men Rebekka megnaði at blíva frammanfyri eina danska, og stutt aftanfyri tað bestu finsku og frammanfyri allar tær íslendsku. Hon kom á mál, sum nummar trettan av øllum.

Tíðin hjá henni bleiv 30.09 (5.41,6.07,6.09,6.09,5.53). Vinnari gjørdist danski OL-rennarin Anna Emilie Møller.

Øll úrslitini eru at finna her: NM Lendisrenning 2018

Á heimasíðuni hjá íslendska sambandinum fyri frælsan ítrótt finnist eitt myndasavn:

Nordic Cross Country Championships 2018

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*