Home Altjóða luttøka Rebekka luttekur í DM innandura í vikuskiftinum

Rebekka luttekur í DM innandura í vikuskiftinum

by Guttorm Sørensen

pall rebekka

Í gjár fór Rebekka Fuglø úr Treysti til Danmarkar, har hon í vikuskiftinum fer at renna við í DM innandura, sum fer fram í Sparbank Arena í Skive. Rebekka var fyrr í mánaðinum við Treysti í Reykjavík har hon vann kappingarnar í bæði 800m og 1.500m.

Í morgin kl. 13.10, okkara tíð, rennur hon finalu í 1.500m. Sjey kvinnur eru á startlistanaum, har Line K. Schulz er greiður favorittur at vinna. Tað er sera tætt ímillum fýra av hinum og málið hjá Rebekku er at renna undir 4.30 og seta nýtt met. Gongst sum ætlað hjá Rebekku, so burdi tað í øllum førum rokki til topp fimm.

Longu kl. 16.30 okkara tíð skal hon renna 800m innleiðandi. Fimtan kvinnur skulu kappast í tveimum riðlum um seks pláss í finaluni, sum verður sunnudagin. Vinnarin í hvørjum riðili kemur víðari umframt fýra tær skjótastu tíðirnar. Her eru tríggjar útlendskar, sum eru rættiliga skjótar, so Rebekka skal renna upp til sítt allarbesta ella møguliga betur, fyri at tryggja sær pláss í finaluni, sum verður runnin sunnudagin kl. 13.45 okkara tíð.

Eins og undanfarin ár, so er tað Vejle IF, sum Rebekka umboðar í DM, har hon er einasti føroyingur, sum luttekur í ár.

Tórur meldað avboð
Loyparin Tórur Mortensen úr Hvirluni, sum eisini skuldi luttaka, hevur meldað avboð vegna ein lítlan skaða.

Leinkja til startlistar og úrslit er her: DM innandura 2017

0 comment
0

Related Articles