Home Altjóða luttøka Rebekka nr 4 við nýggjum føroyskum meti

Rebekka nr 4 við nýggjum føroyskum meti

by Hallur Holm

Seinastu mongu árini hevur Rebekka Fuglø úr Treysti verið fastur fúsur til DM-Ung, bæði innan- og uttandura. Og fleiri Danmarkarmeistaraheiti hevur hon vunnið á serliga 800 og 1.500 metrum, eins og fleiri silvur- og bronsumerki eisini eru fingin til høldar.

Mangan hava kappingarnar ikki havt so stóra luttøku, og tí vildi Rebekka, sum annars framvegis hevur aldur til DM-U, heldur kappast í DM fyri vaksin, sum hevur verið hetta vikuskiftið. Støðið í danskari miðteinarenning er blivið markant hægri seinastu árini við nógvum ungum heilt evnaríkum gentum. Tað vóru tí átta sera sterkar kvinnur, sum runnu finaluna um DM á 800 metrum í dag. Fyri at lýsa styrkina hjá teimum, kann upplýsast, at tær allar á einum góðum degi kundu vunnið gull og sett oyggjaleikamet, um tær høvdu kappast á oyggjaleikum. Og tí vóru vónirnar um eina topp-plasering til Rebekku heldur ikki so stórar.

Men tá avtornaði, hevði Rebekka runnið seg til eitt ótrúliga flott fjórðapláss og enntá við nýggjari føroyskari mettíð, 2.14,83 min. Rebekka átti sjálv gamla metið, sum hon setti í januar, tá hon vann Stórmót IR í Reykjavík. Rebekka hevur sett eina ørgrynnu av føroyskum metum á 800 metrum. Kortini hevur hon nakrar ferðir mist tað til aðrar føroyskar íðkarar. Síðani 2007 hava Bjørk H. Olsen, Katarina Høj og Rebekka Fuglø tikið metið frá 2.25 min.

At Rebekka kann renna so skjótt hesa tíðina á árinum boðar frá góðum. Umstøðurnar at renna háintensitet-venjing í Norðdepli á vetrartíð eru sjálvsagt út av lagi vánaligar. Men innandurametið hon setti hetta vikuskiftið, er kortini skjótari enn uttandurametið. Á oyggjaleikunum lá Rebekka tó til at renna umleið 2.13,5, min, tá hon datt av møði tveir metrar áðrenn mállinjuna. Við dagsins úrsliti er sannlíkt, at Rebekka seinni í ár fer at renna enn skjótari enn hetta.

Vit ynskja Rebekku hjartaliga tillukku við úrslitinum og góða eydnu víðari.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Treysti: www.treysti.fo


Dagsins úrslit gav Rebekku 949 IAAF-stig, og sostatt er hon við at gerast stinnasti føroyingur tvørturum kyn og greinar.

0 comment
0

Related Articles