Home Altjóða luttøka Rebekka, Rúni og Marnar til DM fyri ung hetta vikuskiftið

Rebekka, Rúni og Marnar til DM fyri ung hetta vikuskiftið

by Hallur Holm

Aftur í ár verður føroysk umboðan, tá DM fyri ung innandura verður hildið í Skive leygar- og sunnudagin. Tað eru tey bæði Rebekka Fuglø og Marnar Djurhuus úr Treysti og Rúni Seloy úr Bragdinum. Hesi trý hava øll áður vunnið ymisk danmarksmeistaraheiti umframt fleiri silvur og bronsumerki. Og sambært tilmeldingartíðunum eru aftur í ár vónir um eitt sindur av hvørjum til okkara íðkarar. Størstu vónirnar eiga nokk at setast til Marnar Djurhuus, sum hevur verið flúgvandi í vetur, og sum eisini hevur bestu tilmeldingartíðir á bæði 1.500 og 3.000 metrum. Tá man harafturat kann rokna við, at Marnar rennur enn skjótari enn tilmeldingartíðirnar, skal okkurt heilt óvæntað henda, vinnur hann ikki okkurt heiðursmerki.


Soleiðis kenna vit Marnar frá mongum kappingum seinastu tíðina. Vónandi far hann afturhetta vikuskiftið høvi at hevja armarnar í sigursrúsi.

Bæði Rebekka og Marnar renna 3.000 leygardagin og 1.500 sunnudagin. Hjá monnum hevur Bogi Lenvig bæði hesi føroysku metini, sum eru ávikavíst 4.10,61 og 8.55,65. Um kappingarnar hjá Marnari koma at passa, so kunnu bæði hesi metini hjá Boga standa fyri falli. Men knapt verður tað. Hinvegin er lítið sum talar fyri at Rebekka fer at taka nakað met. Tí bæði á 1.500 og 3.000 metrum hava vit tvey supersterk met hjá Bjørk Herup Olsen. Á 1.500 er metið frá sigrinum í Reykjavík International í 2010 og á 3.000 metrum reyk Bjørk undir 10 min seinast í januar. Rebekka hevur onga tilmeldingartíð á 3.000 metrum, tí hetta er fyrstu ferð hon roynir teinin. Tað sær kortini út til, at hevur hon ein góðan dag, kann hon taka dystin upp um bronsuna. Á 1.500 metrum hevur hon næstbestu tilmeldingartíðina. Men hendan tíðin er frá oyggjaleikunum seinasta summar, og tað liggur ikki í kortunum, at hon longu nú í vetur hevur sama speed í beinunum sum tá. Men spennandi verður í øllum førum. Marnar luttekur í dreingjum 16-17 ár og Rebekka í gentur 18-19 ár.

Rúni Seloy er í ár ryktur upp í bólkin 18-19 ár, har hann fer at kappast á 800 metrum leygarkvøldið og 400 metrum sunnudagin. Har eru fleiri skjótir á 400 metrum, men spennandi er kortini at síggja, hvussu Rúni hevur ment seg í vetur, og um hann kann renna heilt upp móti sínum egna 400 metra innandurameti uppá 52,35 sek. Á 800 metrum sær út til at tað fer at gerast ein dystur um silvur og bronsu. Eisini verður spennandi at síggja, um Rúni kann vísa somu styrki, sum fyri 2-3 árum síðani. Í øllum førum hevur hann góðan møguleika at betra sítt føroyska innanduramet, sum er 1.59,62 min.

Venjarin hjá Treysti, Guttorm Sørensen og Jógvan Glerfoss úr Bragdinum eru við sínum íðkarum í Skive. Skráin hjá føroysku íðkarunum er hendan:

  • Leygardagin 12.25: Rebekka Fuglø 3.000 m
  • Leygardagin 13.25: Marnar Djurhuus 3.000 m
  • Leygardagin 18.45: Rúni Seloy 800 m
  • Sunnudagin 12.50: Rúni Seloy 400 m
  • Sunnudagin 14.15: Marnar 1.500
  • Sunnudagin 14.35: Rebekka Fuglø 1.500 m

Úrslitini vera so hvørt kappingarnar fara fram løgd út á hesi slóðini: http://mars-net.dk/2012/03-03-dmu-inde/

0 comment
0

Related Articles