Home Altjóða luttøka Rebekka setti nýtt føroyskt innandura met á 800m

Rebekka setti nýtt føroyskt innandura met á 800m

by Hallur Holm

Tíðliga í morgun vóru vit aftur úti í stóru innandurahøllini – Atleticum. Longdarlopskappingin hjá dreingjum 17 ár byrjaði longu kl. 9.00. Trygvi Laksafoss og 10 aðrir skuldu frá morgunstundini kappast um longsta lopið. Seinasta vikuskiftið var Trygvi í Reykjavík við Hvirluni, har hann eisini kappaðist í longdarlopi. Ta ferðina leyp hann væl – út ímóti 6 metrum. Men tíverri vóru øll tey trý lopini yvirtraðkað. Hetta skuldi bøtast í dag, og helst við einum góðkendum lopi omanfyri teir seks metrarnar.


Trygvi loypir her 5,22m

Tá klokkan nærkaðist 9.00 vóru bara tríggir afturat Trygva møttir. Eingin kom afturat, so tá kappingini byrjaði, vóru teir bert fýra. Trygvi var triðjur at leypa. Hansara fyrsta roynd var rættiliga miseydnað. 4.77 metrar. Næsta royndin miseydnaðist eisini, men nú smoygdi hann sær beint út um 5 metrar. Og í triðja lopinum bleiv eitt sindur frægari, tá tað bleiv til 5.22. Als ikki nøktandi, men nú gekk fram á, og vónirnar vóru avgjørt framvegis um eitt gott lop. Men í fjórða lopi var aftur galið. 4.70 metrar. Nú skiltist, at hetta ikki var dagurin hjá Trygva og tey bæði seinastu lopini komu heldur ikki út um 5 metrar. Endaliga úrslitið gjørdist tí eitt fjórðapláss  við 5,22 m. Longu í summar leyp Trygvi 5,69 metrar, og við tí nógvu venjingini í vetur er tað skuffandi hjá honum, at hetta framvegis stendur sum hansara longsta lop. Men væntandi skal ikki bíðast leingi eftir einari munandi betring, tí tað er heilt greitt, Trygvi longu í ár kemur at liggja um teir 6 metrarnar.

Sára skuldi í dag renna 60 metrar við gentum 13 ár. 5 riðlar vóru, og Sára  rann í triðja. Málið hjá Sáru var at bøta sítt met, sum var 9,9 sekund. Bert einal løtu eftir at startskotið ljóðaði, vóru tær allar eitt sindur spjaddar við Sáru nøkulunda í miðjuni. Hon endaði eisini nr. 4 í hesum riðili, og tíðin, sum var 9,43 sekund er eisini nýtt innandura bólkamet hjá gentum 13 ár.


Sára, í miðjuni, rann seg til nýtt persónligt met á 60m við 9,43 sekund 

Bæði Elsa Berg og Rebekka Fuglø skuldu renna 800 metrar við kvinnunum. Tað vóru tríggir riðlar, og Elsa rann í B-finaluni meðan Rebekka rann í A-finaluni. B-finalan var fyrst. Og her var tað Elsa, sum  tók oddasessin fyrstu 250 metrarnar. Ferðin skuldi helst vera høg, um hon skuldi náa máli sínum, sum var eitt persónligt met á 2.32 min. Men ferðin var kanska í so høg fyrsta umfarið, og hetta kom síðani at kosta. Tí skjótt sást, at hetta ikki fór at gerast nakað persónligt met til Elsu, sum endaði á 2.37, 48. Spell fyri Elsu, sum heilt sikkurt eigur at klára niður móti 2.30 min rættiliga skjótt.


Elsa lá odda eftir fyrsta umfar á 800m

Til A-finaluna vóru fleiri danskir topprennarar. Spennandi var, um Rebekka aftur í dag kundi seta persónligt met, ella um leygardagurin bara hevði verið eitt “lucky punch” Í øllum førum var ætlanin at leggja eftir einum persónligum meti, og tá føroyska metið ikki var so langt frá tí, kundi hon eins væl fara eftir tí eisini. Hetta kravdi, at hon rann hvørjar 200 metrar uppá umleið 35 sekund. Og soleiðis gekst eisini fyrstu løtuna. Á 6. og aftasta plássi fylgdi hon væl við feltinum, sum rann júst sum Rebekka vildi hava tað. Eftir hálvari leið kemur spjaðing í, og kvinnurnar á 4. og 5. plássi missa nakað. Tað ger Rebekka á 6. plássi so eisini, og 3. umfar bleiv runnið eitt sindur ov seint. Men tá 250 metrar restaðu, vann hon seg fram um Karinu Klok og byrjaði ein langan endaspurt. Tá 100 metrar vóru eftir tók hon eisini Alexandru Johansen á fjórða plássi, og á málinum var hon bert tvey sekund aftaná Katrine Reinholdt á triðja plássi. Hesar nevndu eru allar kendar í danskari renning, so tað hava óivað verið glómur í dønum, nú tær aftur sóu ein ungan føroying blanda seg millum tær bestu donsku. Og so var tað endaliga tíðin. 2.20,68 min og nýtt føroyskt innanduramet!! Sera gleðiligt, aftur at síggja Rebekku taka eitt føroyskt met  á 800 metrum, tí nú var vorðið eitt sindur síðani seinast. Hjartaliga tillukku, Rebekka!


Rebekka setti nýtt føroyskt innandura met á 800m við 2.20,68 min.

Vit høvdu tríggjar dreingir við á 200 metrum hjá dreingjum 17 ár. Teir skuldu renna í 9 riðlum, og okkara runnu í teimum fyrstu. Fyrst Regin Joensen, sum ongantíð áður hevði runnið undir 27 sekund. Men væl varð runnið hjá Regini, tí hann kom nevnliga á mál við 25,85 sekundum. So hetta var ein betring sum vildi nakað hjá Regini, sum eisini leygardagin fekk eitt gott persónligt met á 1.500 metrum. Síðani kom Hans Jacobsen í riðili tvey. Hans feyk avstað sum ein kanónkúla og var á odda allar 200 metrarnar. Og endin var eisini at hann fekk sítt næsta persónliga met. Hesuferð við góðum hálvum sekundi. Tíðin var 25,11 sekund. So kom Trygvi Laksafoss í triðja riðili í aðru kapping síni hendan dagin. Eisini í Reykjavík seinasta vikuskifti rann Trygvi 200 m. Tá við sera góða úrslitinum 25,13, ella næstan somu tíð sum Hans. Hóast sera javnt var í hesum riðilinum, og Trygvi móti endanum fekk strítt og strevað seg til sigurs, gjørdist úrslitið ikki eins gott sum í Reykjavík. Hesuferð var tíðin 25,50 sekund.


Regin, í miðjuni, setur her persónligt met á 200m við 25,85 sekund


Hans, uttast til vinstru, tilreiðar at byrja 200m, har hann setti persónligt met við 25,11 sekund


Trygvi vann sín riðil á 200m við 25,50 sekund

Seinastur á breytina í dag var Marnar Djurhuus, sum í gjár vann silvurmerki á 1.500 metrum. Í dag skuldi hann renna við monnunum, so ikki varð roknað við nøkrum heiðursmerki. Men spennandi var, um hann kundi seta persónligt met, tí so fór hann at nærkast oyggjaleikakravinum. Tað var sera javnt øll tey fyrstu trý umførini. Tað var tó einki, sum bendi á, at Marnar fór at renna upp til sítt allarbesta. Men kanska kundi eitt skjótt fjórða umfar bjarga degnum. Í seinasta svinginum bleiv tó nakað trongligt, og brádliga fall Marnar til jarðar. Hetta hendi tá hann steig út á geil 2-3 fyri at yvir hála tveir mans, tí tá kom ein annar aftanífrá, sum mundi rent í ryggin á Marnari. Hesin sum kom aftanífrá strekkir armin hjá sær fram, og rakar Marnar í ryggin. Marnar dettur fram av og fer rullandi út av breytini, og var liggjandi. Tíbetur hendi einki álvarsligt, sjálvt um tað er sera harmiligt, at slíkt skal henda, tá man hevur ferðast so langa leið fyri at røkka einum ávísum úrsliti.


Marnar tileiðar at renna 800m

Kappingarnar eru av á hesum sinni, og okkara ungu koma heim mánadagin seinnapartin við nýggjum royndum og upplivingum. Saman við viðførinum eru eisini níggju nýggj persónlig met, 6 bólkamet og enntá eitt nýtt føroyskt met! Harafturat var eitt silvur- og eitt gullmerki. Nú ræður um at halda tørn, og venja eins nógv fram móti summarkappingunum, tí tað er ofta tá, at tey stóru frambrotini síggjast.


Rebekka, Sára og Elsa eftir loknar kappingar sunnudagin


Regin, Trygvi og Hans avmyndaðir beint eftir at teir allir høvdu runnið 200m


Maðurin í miðjuni hevur kappast ímóti fleiri føroyingum á Oyggjaleikum. Hann eitur Mattias Sunneborn (1970) og rann sunnudagin 200m uppá 22,53 sekund

2 comments
0

Related Articles

2 comments

Debes 31.01.11 - 15:21

Hjartaliga tilukku øll somul við flottu úrslitunum

Rói 01.02.11 - 10:40

Er tíðin hjá Hans ikki føroyskt met innandura?

Comments are closed.