Rebekka vann bronsu í sonnum gysara

Skrivað hevur

…men fyrst skulu vit boða frá, at kvinnuliðið á 4×100 er komið í finaluna. Hetta tí at kvinnurnar av Cayman Islands seinni eru kolldømdar vegna óreglusemi.

Aftur til Rebekku, sum alt vár og summar hevur víst góðan form, og hevur hugsavnað seg so nógv um kappingarnar á oyggjaleikunum. Í 2015 vann hon sítt fyrsta oyl-heiðursmerki á sínum fjórðu leikum, tá hon vann silvur á 800 metrum.

Miðteinarenningarnar hjá kvinnum hava verið sera sterkar seinnu leikirnar, og nú var enn ein sterkur rennari av Orknoyggjum lagstur afturat, og hendan Anna Tait var favorittur at vinna dagsins kapping á 1.500 metrum.

DSC04207
Rebekka er bert ein av fleiri stórrennarum, klárar til harða kapping á 1.500 m

Tað var einki fjas í dagsins kapping. Anna Tait legði seg beinanvegin á odda, og tær sterku kvinnurnar løgdu aftaná. Ferðin var rættiliga nógv, og tá Anna fekk eitt lítið hol, vistu hinar, at tað var silvur og bronsa, sum tær kappaðust um.

Rebekka var væl við í hesi kappingini, og sá eisini lættrennandi út. Tær gjørdust fýra, sum komu at stríðast um silvur og bronsu. Tá 300 metrar vóru eftir, tók Rebekka dik á seg, og royndi at renna frá hinum. Hon kom nakað burtur frá, men munurin byrjaði aftur at tódna, og vinnarin frá 2015, Rachel Franklin, tók seg aftur fram um Rebekku, sum nú mátti stríðast almikið fyri at hava ferð í beinunum.

DSC04209_b
Rebekka hevur skrætt seg leysa í kappingini um silvurið. Hetta gjørdust hennara lívs harðastu 250 metrar

So hvørt hon rann oman móti málstrikuni stívnaðu beinini alt meira og meira, og á áskoðaraplássunum óttaðust vit fyri, at hon skuldi missa bronsuna á stokkinum. Tíbetur var Gemma Dawkins á fjórðaplássið líka stívbeint og gjøgnumsyrað sum Rebekka var, og sigursbrølini frá føroysku áskoðarunum vóru øgilig, tá vit sóu Rebekku fara um málstrikuna sum tann triðja.

Hetta var ein fantastiska spennandi kapping, har vit vórðu drigin gjøgnum alt kensluregistarið. Men tað var ikki liðugt enn. Tí mundi hetta vera føroyskt met? Tað var í øllum førum nær við. Í spenningi bíðaðu vit eftir endaliga úrslitinum. Og tað var nýtt føroyskt met. 4.30,20 var eitt hálvt sekund skjótari enn tíðin hjá henni til VU-spelen í fjør.

DSC04210
Við spenningi verður seðilin granskaður. Seðilin ber boð um at møta til heiðursmerkjahandan

Longu í morgin á middegi skal Rebekka í gongd aftur, tá hon skal renna innleiðandi umfar á 800 metrum. Vit vóna at Rebekka fær hvílt seg so mikið væl, at hon kann renna seg í finaluna.

Vit ynskja Rebekku hjartaliga tillukku við bronsuni og ynskja henni og Oddvør alla eydnu á 800 metrum í morgin.

DSC04216Rachel Franklin, Anna Tait, Rebekka Fuglø og øll mannamúgvan lurtar eftir orknoyiska tjóðsanginum

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>