Rebekka vann gull á Pallas Spelen – dagført

Skrivað hevur

Hóast landsliðið bleiv eitt sindur skert beint undan stóru stevnuni í Malmø, var fyrri dagurin í Pallas Spelen væl og virðiliga góðkendur. Eitt gullmerki, ein tangering av føroyskum meti og eitt persónligt met dagsins úrtøka.

Fyri einari viku síðani vann Rebekka Fuglø Stórmót IR kappingina í Reykjavík á bæði 800 og 1.500 metrum. Og í gjár vann hon eisini gull her á Pallas Spelen! Rebekka hevur verið úti í heimi og ferðast í tríggjar mánaðir, og er enn nakað frá sínum besta formi. Men kortini var formurin nóg góður til at vinna gull á stóru stevnuni í Malmø. Mótstøðan var ikki so hørð sum væntað. Rebekka legði róliga fyri, og var leingi á fjórða plássi. Síðani rann hon seg spakuliga fram, og tá 150 metrar vóru eftir, tó hon avgerandi spurtin, og vann tryggan sigur.

Pallas Spelen 2018 Rebekka start 1.500
Rokan og trokan í startinum og Rebekka brýtur seg fram

Pallas Spelen 2018 Rebekka gávubræv 1.500
Rebekka við gávubrævinum – heiður varð einans latin vinnarunum

Føroyska innandurametið í hæddarlopi var stórliga hótt á degnum, tí Teresa F. Bláhamar, sum hevur føroyska uttandurametið (155 sm), er væl før fyri at leypa hægri enn galdandi innanduramet (150 sm) hjá Báru J. Glerfoss. Tersa leyp lætt upp um 135, 140 og 145 í fyrstu royndini. Næsta hæddin var 150 cm – ájavnt við føroyska metið. Hetta megnaði Teresa eisini trygt í fyrstu royndini. So kom metroyndin á 155 cm. Her gjørdist triðja og seinasta royndin tann besta, har bert heilt lítið restaði í at koma heilskalað um tvørliggjaran.

Alda Sigurðsdóttir tyktist heldur misnøgd eftir sín 60 metur. Tað hevði hon tó onga orsøk til, tí við 8,28 sek, rann hon sín besta 60 metur nakrantíð. Misnøgdin var serliga um startin, sum hon heldur eigur at vera betri. Bert 6/100 sek eru niður til føroyska metið, 8,22 sek, so lítið er at ivast í, at við einum heilt góðum starti, so er tað metið møguligt at røkka.

Tað er Elisabet Holm Simonsen, sum eigur føroyska metið á 60 metrum. Hetta settið hon í januar í fjør. Formurin er ikki heilt tann sami í ár. Í Reykjavík seinasta vikuskiftið rann hon 8,45, og málið var at renna nakað skjótari enn tað. Úrsliti hesaferð gjørdist tó neyvt tað sama sum í Reykjavík, 8,45 sek.

Tummas Napoleon Arge fekk tíverri ikki runnið heilt ígjøgnum á sínum 60 metri. Aftur merkti hann til skaðan í baklærinum, og mátti tí sleppa spitaranum. Úrslitið 7,45 sekund stendur tí langt frá mát við tað, sum Tummas Napoleon annars er førur fyri. Hansara besta tíð er 7.29. Vegna skaðan verður Tummas Napoleon tí ikki við í dagsins kapping á 200 m.

Í dag renna Elisabet, Teresa og Alda 200 m og Rebekka rennur 800 m.

Fleiri myndir, tá vit fáa betri net.

 

 

 

Skriva viðmerking

Your email address will not be published. Required fields are marked *

*

You may use these HTML tags and attributes: <a href="" title=""> <abbr title=""> <acronym title=""> <b> <blockquote cite=""> <cite> <code> <del datetime=""> <em> <i> <q cite=""> <strike> <strong>