Home Altjóða luttøka Reykjavík á tremur við føroyingum

Reykjavík á tremur við føroyingum

by Hallur Holm

Síðani føroyingar á fyrsta sinni luttóku í Stórmót IR í 2007, er nógv hent við frælsum ítrótti í Føroyum. Ta ferðina fóru fýra landsliðsungdómar yvir. Neyvan hevði nakar grunað, at bert seks ár seinni skuldu 80 føroyingar fara til Íslands í somu ørindum – Stórmót IR. Men hetta er ein veruleiki. Leygardagin byrja kappingarnar, sum í alt hava umleið 700 luttakarar, og íslendingar hava eisini varnast, at føroyingar eiga 10% av øllum luttakarunum.

Hetta høga talið prógvar, at frælsur ítróttur ikki er summarítróttur, ella vetrarítróttur, men ein heilársítróttur. Ikki er altíð so tespiligt at venja frælsan ítrótt á hávetri í Føroyum. Gaman í er lítið bragd hjá rennarum at trína út í veturin í renniskóm. Verri er hjá teimum, ið íðka teknisku greinarnar og spurtgreinar. Tað er sera umráðandi hjá øllum hesum, eisini at hava nakar ítøkiligar ítróttaligar avbjóðingar við kjøti á hesa ársins tíð, og kappingin í Reykjavík, við teimum framúr umstøðunum tey hava har, er eitt kærkomið høvi hjá okkum føroyingum at royna okkurt øðrvísi og spennandi.

Bragdið er á fyrsta sinni við í Íslandi, og eru tey farin yvir við einum hópi, sum telur 12 íðkarar umframt leiðarar og venjarar. Sera spennandi verður at fylgja við Bragdaíðkarunum, sum hava tveir oyl-luttakarar við. Tann eini er Rói Holgarsson, sum longu hevur sett føroyskt innanduramet á bæði 50 og 60 metrum. Í íslandi fer hann at renna 60, 200 og 400 metrar. Væntandi fer hann eftir metinum á 200 m. Spennandi verður eisini at síggja hvussu langt Rúni Seloy er komin í sínum fyrireikingum til oyggjaleikirnar. Hann vónar at renna eina tíð í undirkantinum av 1.58, min, og soleiðis taka sítt egna met, sum er 1.58.58. Men eisini Regin Joensen (800), Daniel Djuruus Rein (longdarlop) og Sára Debesardóttir (200 og 400) hava vónir um at klára oyl-krav. Tilmeldingarnar hjá Bragdinum eru hesar:

Karin Holm Simonsen: 200 m og 800 m
Katarina Høj: 200 m og 800 m
Sára Debesardóttir: 200 m og 400 m
Hildur Poulsen: 60 m og 200 m
Rói Holgarsson: 60 m, 200 m og 400 m
Daniel D. Rein: Longdarlop
Steingrímur Hallsson: 400 m, 800 m,, og 1.500 m
Teitur Bjarnastein: 400 m, 800 m og 1.500 m
Rúni Seloy: 400 m og 800 m
Regin Joensen: 400 m og 800 m
Regin Thomsen: 1.500 m og 3.000 m
Debes Christiansen: 1.500 m og 3.000 m


Regin Joensen, Bragdið og Rúni Jacobsen – báðir á gáttuni til oyl-landsliðið. (mynd: Treysti)

Av teimum trimum føroysku feløgunum í Íslandi hevur Hvirlan størsta hópin. Ferðalagið kom til Reykjavíkar fríggjadagin, og tey flestu fara heim aftur mánadagin. Tó verða tólv av teimum eldru saman við einum venjara eftir í Íslandi, har tey fara at brúka eina viku at venja saman við teirra vinarfelagi, IR, sum eisini er fyriskipari av kappingini. Heilir 32 íðkarar eru klárir at kappast í teirra reyðu búnum. Hvirlan hevur tríggjar íðkarar, sum hava klárað oyl-kravið. Men av tí at long køst ikki verða kastað inni, og Øssur er í Danmark, fer eingin teirra at kappast. Tó so – spjótkastarin Rógvi Højgaard fer at royna seg á 60 m. Men Hvirlan eigur fleiri íðkarar, sum eru á gáttini, og fúsir at loypa inn í oyl-hitan. Trygvi Laksafoss, sum sigst vera í góðum formi, fer at royna seg í bæði hæddar- og longdarlopi og spurtarin Rúni Jacobsen man eisini fara at hótta oyl-kravið á 400 nokk so dyggiliga. Og so er tað unga  Edna Maria Debes, sum heldur ikki er so langt frá í hæddarlopi. Aðrir Hvirlu-íðkarar fara eisini seinni í vetur/vár at gera vart við seg sum oyl-kandidatar. Tilmeldingarnar hjá Hvirluni:

Rógvi Højgaard: 60 m
Kristian Martin Garðalíð: Kúlustoyt
Birgir Hansen: 60 m, 200 m, 400m og longdarlop
Helgi Geyti: Kúlustoyt og 60 m rimarenning
Steinolvur Geyti: Kúlustoyt
Rúni Jacobsen: 60 m, 200 m og 400 m
Trygvi Laksafoss: Longdarlop og hæddarlop
Tummas Nap. Arge: 60 m, 200 m og 400 m
Sofus Andreasen: 60 m og 200 m
Teitur Arge Seloy: Kúlustoyt
Hans Hjørleivur Magnussen: Kúlustoyt
Hallur Simonsen: Kúlustoyt og 60 m
Hanus Jóhansson: 60 m, 800 m og 1.500 m
Tórur Mortensen: 60 m, 60 m rimarenning, longdarlop og trístøkk
Jákup Dahl Ljósheim: 400 m, 800 m, longdarlop og trístøkk
Dánjal Dahl Ljósheim: 60 m, 200 m, 600 m, longdarlop
Rói Sørensen: 60 m, 200 m, kúlustoyt og longdarlop
Pauli Nolsøe Vang: 60 m, 200 m, kúlustoyt og longdarlop
Sveinur Ákason: 60 m, 200 m, kúlustoyt og longdarlop
Filip Rajai Hansen: 60 m, 200 m, kúlustoyt og longdarlop
Rigmor Nap. Arge: 3.000 m
Edna Maria Debes: 60 m, 60 m rimarenning, 200 m og hæddarlop
Marita Káradóttir Petersen: 60 m, 60 m rimarenning, hæddarlop, longdarlop, trístøkk og kúlustoyt
Alda Sigurðsdóttir Lamhauge: 60 m, 200 m og 400 m
Tinna Berg Jørgensen: 60 m og 200 m
Rebecka Monja Jørgensen: 60 m, 200 m, kúlustoyt og longdarlop
Guðrið Káradóttir Petersen: 60 m, 200 m, kúlustoyt og longdarlop
Bjørk Sigurðsdóttir Lamhauge: 60 m, 200 m, 600 m og longdarlop
Bjørk Mohr Joensen: 60 m, 200 m og longdarlop
Helena Svabo Ziska: 60 m, kúlustoyt og longdarlop
Børka Berg Jørgensen: Royndarbreyt


Hvirlurnar ikki meira enn lendar í Reykjavík, so var løtt venjing á skránni í høllini. (mynd: Hvirlan)

Samlaði hópurin hjá Treysti telur 43 fólk. Fleiri av hesum eru foreldur, so talið av íðkarum er 23. Hópurin kom longu mánadagin til Íslands, og hava tey brúkt nakað av tíðini til venjingar í sjálvari høllini, har kappingin verður.  Rebekka Fuglø er fyribils einasti íðkari úr Treysti, sum hevur klárað oyggjaleikakravið. Hon tykist vera í góðum formi, og rakar hon dagin, tá hon skal renna 800, er møguligt, at hon tekur sítt egna met, sum er 2.20,68 min. Og so er tað Marnar Djurhuus, sum enn ikki hevur kvalifiserað seg til oyl. Hann fer so at gera eina roynd á 1.500 m, og tað fer ikki at vera langt av leið, at hann megnar 4.09,18 min sum kravtíðin eitur. Harvið stendur seinasta innandurametið hjá Boga Lenvig eisini og ridlar. Hansara mettíð er 4.10,61 min. Tilmeldingarnar hjá Treysti eru annars hesar:

Maria Josephsen: Royndarbreyt
Vibeka Sivertsen: Royndarbreyt
Ceciliga Sivertsen: Royndarbreyt
Christian Sivertsen: Royndarbreyt
Maria Biskopstø: 60 m, 200 m, 600 m, hæddarlop, longdarlop og kúlustoyt
Birita Ryan: 60 m, 200 m, 600 m, hæddarlop, longdarlop og kúlustoyt
Oddvør Josephsen: 60 m, 200 m, 600 m, hæddarlop, londarlop og kúlustoyt
Eskilda Bjarnadóttir: 60 m, 200 m, hæddarlop, longdarlop og kúlustoyt
Rutt Gregersen: 60 m, 200 m og 600 m
Hans Sivertsen: 60 m, 200 m, 600 m, hæddarlop, longdarlop og kúlustoyt
Elin Kristina Ryan: 60 m, 60 m rimarenning, 200 m, 600 m,  longdarlop og kúlustoyt
Herdis Bjarnadóttir: Kúlustoyt
Marta Josephsen: 60 m, 200 m, 800 m, longdarlop og kúlustoyt
Paulina Fuglø: 60 m, 200 m, 60 m rimarennng, longdarlop og kúlustoyt
Hans Jákup Glerfoss: 60 m, 60 m rimarenning, 200 m, longdarlop, hæddarlop og stangarlop
Gunnar Sivertsen: 60 m, 800 m, longdarlop og kúlustoyt
Julian Gregersen: 60 m, 60 m rimarenning, 200 m, 400 m, 800 m, longdarlop, hæddarlop og kúlustoyt
Rebekka Fuglø: 400 m, 800 m og 1.500 m
Marnar Djurhuus: 400 m, 1.500 m og 3.000 m
Einar Gregersen: 400 m, 1.500 m og 3.000 m
Borgar Biskopstø: 1.500 m og 3.000 m
Martin Sivertsen: 3.000 m
Filip Sivertsen: 3.000 m


Partur av Treysta-hópinum avmyndaður í innandurahøllini í Laugardalinum (mynd: Treysti)

Umleið 180 føroyskir startir verða, so lítið er at ivast í, at ein ørgrynna av bólkametum fara at verða tikin um vikuskiftið. Og lítið er at ivast í, at ikki færri persónlig met verða sett. Tey ið hava verið tilknýtt talentbólkin skulu í øllum førum klára nýggj krøv fyri at varðveita sætið í talentbólkinum. FÍF ynskir tykkum øllum góða eydnu við kappingunum og ein góðan túr í Íslandi.

Slóð til kappingina er her: http://www.ir.is/deildir/frjalsar/frjalsithrottavidburdirIR/StormotIR/Foroyskt –

Lesið eisini um íslandstúrin á www.bragdid.fowww.treysti.fowww.hvirlan.fo

1 comment
0

Related Articles

1 comment

Kølle 26.01.13 - 05:50

Meget spændende at få denne beretning og at følge den positive fremgang for idrætten

Comments are closed.