Tá skipað varð fyri Copenhagen Marathon sunnudagin, gjørdi Rigmor Napoleonsdóttir Arge bart og setti nýtt føroyskt met.
Rigmor, sum venur í norska felagnum ÅS-IL, hevur í dag sett nýtt føroyskt met á marathon-teininum. Hon rann vid tíðini 03.10.39. Hetta er slakar tríggjar minuttir skjótari enn gamla metið, sum rigmor átti sjálv (03.13.16). Rigmor varð nummar 7 av kvinnunum sum stillaðu upp, so tað má sigast at vera eitt gott úrslit. Rigmor er úttikin til Oyggjaleikirnar í summar, har hon skal renna hálvmarathon.
So vítt vit hava frætt vóru teir fyrstu føroysku mennirnir á mál hesir:
Sigurð Justinussen: 02.54.33
Suni Lamhauge: 02.55.19
Borgar Biskupstø 02.58.08
Hjalti Gunnarstein: 03.15.27
Pól Sundskarð: 03.20.30
Øll úrslitini og annað um kappingina kann lesast á www.copenhagenmarathon.dk
6694 rennarar vóru meldaðir til renningina.