Home Altjóða luttøka Rigmor vann og setti føroyskt met

Rigmor vann og setti føroyskt met

by athletic

Leygardagin 28. oktober luttók Rigmor N. Arge úr Bragdinum og Ås IL í Fredrikstad Maraton í Noregi.

Hon gjørdi ikki mætari enn at vinna kappingina í tíðini 3 tímar 13,23 min. Hendan tíðin var samstundis nýtt føroyskt met og besta tíð nakrantíð í hesi kapping.

Rutan í Fredrikstad er avbjóðandi og skiftir millum asfaltveg og skógargøtur.

Rigmor hevði annars vant fram ímóti Oslo Maraton, sum var 1. oktober, men hon meislaði seg beint áðrenn, og fekk tí ikki verið við.

Vit ynskja Rigmor hjartaliga tillukku við óføra úrslitinum og metinum.

Sí annars greinir um kappingina á:
Fredrikstad Blad
www.kondis.no
www.fredrikstadif.no

0 comment
0

Related Articles