Home Altjóða luttøka Rói Holgarsson tók enn eitt met!

Rói Holgarsson tók enn eitt met!

by Hallur Holm

Fyri tveimum vikum síðani setti Rói Holgarsson nýtt føroyskt innanduramet á 50 metrum. Og at hetta ikki var av tilvild, prógvaði hann í dag, tá hann í tveimum umførum slóg gamla metið hjá Ása Mikkelsen á 60 metrum. Hetta hendi í kapping í Sparta-høllini í Keypmannahavn í dag, har runnið varð í tveimum riðlum. Rói var fimti-skjótasti innleiðandi, og megnaði samstundis at taka metið hjá Ása, sum var 7,45 sekund. Rói fekk tíðina 7,38 sekund.

Men tað skuldi gerast nógv betri. Tí í finaluni rann hann heilar 13/100 sekund skjótari, og kom heilt niður á 7.23 sekund og enn ein betring av føroyska innandurametinum. Hetta førdi eisini til, at hann rann seg heilt fram á triðja plássið í finaluni!

Hetta var næsta føroyska innandurametið hetta vikuskiftið, og tað triðja í ár. Og longu komandi vikuskiftið vóna vit at enn fleiri met falla, tá nógvir føroyingar vera við til Stórmót IR í Reykjavík. Fyri Róa man vera freistandi at fara eftir 200 metra metinum, soleiðis at hann ognartekur trý tey stytstu spurtmetini  innandura. Men tað kann eisini hugsast, at aðrir føroyingar eisini hava hug á 200-metra metinum…….. spennandi verður í Reykjavík!


Spartacus – Rói Holgarsson – tikið tvey føroysk met seinastu tvær vikurnar. Og hann ætlar meira!

0 comment
0

Related Articles